40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á almannaøkinum, í eldrarøktini og sjúkrahúsverkinum fer munandi størri tørvur at vera á arbeiðsmegi komandi 10 árini. Fleiri fulla tíð, fleiri undir útbúgving, fleiri pengar játtaðir og helst eisini arbeiðsmegi úr øðrum øðrum verða helst partur av loysnini, metir Búskaparráðið.

Aldursbólkurin við fólki yvir 80 ár fer at vaksa við umleið 1.200 fólkum ella 52 prosentum komandi 10 árini.

Hetta fer saman við broytingunum á arbeiðsmarknaðinum, har fleiri fara um pensjónsaldur, at merkja ein rættiliga ógvusligan tørv á arbeiðsmegi á vælferðarøkinum.
Fyri búskapin í Føroyum fer hetta at fáa ógvusligar avleiðingar og krevur nógv av búskapinum.

Tað er lutvíst ein spurningur um at taka støðu til, hvørjar veitingar fólk skulu fáa frá tí almenna. Hitt er at útvega neyðugu arbeiðsmegina. Tá er tað skilagott at fyrireika seg til at fáa størri part av útlendskari arbeiðsmegi. Av tí at vit eru eitt ríkt land, eigur tað ikki at vera trupult at fáa hendur á útlendskari arbeiðsmegi. Avgerandi er, at vit seta krøv til førleikar, sigur Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum.

Aldursbólkurin við fólki yvir 80 ár fer at vaksa við umleið 1.200 fólkum ella 52 prosentum komandi 10 árini. Tørvurin í eldrarøktini verður 706 fulltíðarstarvsfólk aftrat verandi starvsfólkahópi, umframt 338 nýggj búpláss næstu 10 árini, um verandi vælferðarstøði frá 2020 skal haldast í 2030. Harumframt fara 358 fulltíðarstarvsfólk upp á pensjón næstu 10 árini á eldraøkinum.

Í sjúkrahúsverkinum starvast 394 sjúkrarøktarfrøðingar (fulltíðar starvsfólk). Framrokningar eru gjørdar í norðurlendskum høpi, ið vísa, at tørvur verður á 30 prosentum fleiri ársverkum vegna demografisku gongdina, umframt øktan kostnað til viðgerðir og tænastur.

Sambært útrokning hjá almannaverkinum er tørvur á 500 fulltíðar starvsfólkum aftrat verandi starvsfólkahópi komandi 10 árini vegna demografiskar broytingar og nýtt virksemi. Harafturat væntast 200 - 300 fulltíðar starvsfólk at fara frá fyri aldur komandi 10 árini.

Hóast talið av eldri fólki er vaksandi, fylgir talið av børnum eini støðugari gongd. Tískil væntast ikki eitt stórvegis hægri trýst á barnamenningarøkið vegna tal av børnum í framtíðini.

Útrokningar hjá Búskaparráðnum vísa við dømi í Tórshavnar kommunu, at tørvur kann gerast á nógv fleiri starvsfólkum, um ætlaða normeringin kann haldast.

Verður hugt at teimum, ið útbúgva seg innan vælferðarøkið í Føroyum, sæst millum annað, at hesi nám hava eina yvirvág av kvinnum.

- Tað góða er, at vit kenna tørvin rættiliga væl og kunnu fyrireika okkum. Vit eru saman við restini av heiminum um hesar avbjóðingar Avgerandi er eisini, at vit brúka ta tøkni, ið er tøk, og kann tryggja skynsamari rakstur, sigur Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum.

Búskaparráðið hevur hesi tilmæli:

At farið verður í gongd alt fyri eitt at útbúgva fleiri fólk fyri at tryggja størri arbeiðsmegi

At fíggingargrundarlagið verður endurskoðað og fleiri inntøkur fingnar til vega

At neyv mál verða ásett fyri, hvørjar framtíðar vælferðartænastur skulu veitast til hvørjar borgarar

At seta sum mál at fáa fleiri at arbeiða fulla tíð

At skapa karmar fyri at fáa skikkaða útlendska arbeiðsmegi til landið og skapa grundarlag fyri, at tey gerast ein fult virkandi partur av samfelagnum

Lesið temafrágreiðingina um tørvin á arbeiðsmegi næstu 10 árini her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo