40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg haldi ikki, at tað er hóskiligt, at fáa slíkar grafiskar lýsingar um neyðtøku av eini neyðars seytjan ára gamlari gentu í havnini.

Yvirskriftin skuldi sloppið at staðið fyri seg.

Hon segði nokk.

Grafisku detaljurnar vóru fullkomiliga óhóskiligar at verða varpaðar í almennum útvarpi, og tað enntá í sunnudagsdøgverðatíð.

Góðu kunnu tit ikki hugsa tykkum betri um, hesum viðvíkjandi.

Eftir míni metan eru tvey ting, sum almennir miðlar ikki eiga at lýsa út í æsir, tað er morð og siðamisbrot, tí at tað veika sinnið orkar ikki at fáa slíkt gjølla lýst; tú plantar myndir í teirra huga, sum vilja órógva tey og kunnu freista hin veika út í tað sama, til dømis í rúsaðum tilstandi.

Slíkt verður altso fremjandi, ikki doyvandi.

Skilji tann, ið kann.

Sjúrður-FKJ-Højgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo