Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sum nakað nýtt bjóðar Listasavn Føroya í ár øllum vitjandi ókeypis inn á savnið vetrarmánaðirnar november, desember, januar og februar.

Listasavnið heldur til í náttúruvøkrum umhvørvi í viðarlundini í Havn, og framman fyri savnsbygningin standa fleiri standmyndir.

Savnið er býtt upp í tveir partar.

Í tí eldra partinum eru skiftandi framsýningar við verkum hjá bæði føroyskum og útlendskum listafólkum, og í tí yngra partinum er tann fasta framsýningin við einum breiðum úrvali av føroyskari list.

Upplatingartíðir um veturin (1. sept. – 30. apríl) tý - sun kl. 13-16 (mánadag ikki opið)

Savnið er ikki opið hesar dagar: 24., 25., 26. og 31. desember og 1. januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo