40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tjóðveldi fer at leggja uppskot fyri tingið um at fólk skulu kunna hava eina almenna lønarkontu, og harvið sleppa undan gjøldunum hjá bankunum.

Nú peningastovnarnir eru farnir at taka gjøld fyri nærum allar tænastur og harumframt eru farnir at taka negativa rentu fyri innistandandi mugu fólk hava aðrar møgulleikar í at velja.

Tí fara Sirið Stenberg og Beinta Løwe, tingkvinnur fyri Tjóðveldi, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at fólk skulu kunnu hava eina almenna lønarkontu, so tey sjálvi kunnu velja, um tey vilja hava lønina inn á kontu í peningastovnunum ella í almennari lønarkontu.

”Peningastovnar skulu tjena pengar, men fólk mugu hava valmøguleikan, at fáa lønina uttanum peningastovnarnar”, siga Sirið Stenberg og Beinta Løwe, tingkvinnur.

Uppskotið verður lagt fyri tingið týsdagin

Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo