Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Roknskaparfelagið bjóðar nú íverksetum møguleikan at fáa ókeypis ráðgeving um avbjóðingar í sambandi við stovnan av nýggjum virki.

- Tað eru nógv ting, sum eru neyðug er at hugsa um, men sum kanska ikki liggur ungum íverksetum fremst í huga. Hesum vilja vit gjarna hjálpa teimum við, so tey kunnu kunnu koma trygt í gongd við sína forrætning, sigur Tórur við Áir, skrásettur grannskoðari og stjóri í Roknskaparfelagnum.

Tí bjóðar Roknskaparfelagið til íverksetaradag í hølunum í Hornabø mánadagin 17. januar kl. 9-17, har møguleiki verður at fáa alt tað lívsneyðuga at vita um skráseting, bókhald, roknskap og tílíkt. Tiltakið er ætlað øllum, sum nýliga hava ella umhugsa at stovna egna fyritøku, hava rent seg í avbjóðingar við bókhaldi, grannskoðan o.ø., hava eina fyritøku, sum stendur í vøkstri og hevur brúk fyri nýggjum tænastum, vilja hava bókhaldið í eina tryggari legu ella bara vilja sleppa at brúka meiri tíð upp á sølu og menning og minni upp á fyrisiting.

Lesast kann meira um tiltakið á heimasíðuni hjá Roknskaparfelagnum: https://www.roknskap.fo/iverksetar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo