Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Annað árið á rað hava føroysku áskoðararnir vunnið forkunnugan heiður frá UEFA - Mynd: Bjarni Enghamar

Annað árið á rað hava føroysku áskoðararnir vunnið forkunnugan heiður frá UEFA - Mynd: Bjarni Enghamar

Annað árið á rað hava føroysku áskoðararnir vunnið forkunnugan heiður frá UEFA - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: - Aftur hesaferð skal ein stór tøkk sendast okkara áskoðarum. Tað eru teir, ið hava vunnið okkum hendan stóra og forkunnuga heiður, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Annað árið á rað hava føroysku áskoðararnir víst fyrimyndarligan atburð í samband við landsdystir, og tá føroysku liðini hava spælt í undankappingini til Champions League og Europa League.

Á hvørjum ári letur UEFA tríggjar Fair Play-heiðurslønir. Hesar verða latnar fyri Fair Play hjá áskoðarum, framstig innan Fair Play síðani seinasta kappingarár, og samanlagt fyri Fair Play hjá spælarum, venjarahópinum og áskoðarum.

Til allar dystir í kappingum hjá UEFA, bæði hjá landsliðum og feløgum, fáa áskoðararnir stig fyri teirra atburð undir dystinum. Millum annað verður hugt eftir, um áskoðararnir stuðla liðnum í viðgongd og mótgongd, og hvørja virðing áskoðararnir vísa mótstøðuliðnum. Og her hava Føroyar staðið seg best tvey ár á rað.

Finnland vann samanlagt, meðan Georgia hevur gjørt framstig innan Fair Play seinasta árið.

Virðislønin er ein peningaupphædd upp á 50.000 Evrur frá UEFA, sum skal brúkast til eitthvørt Fair Play tiltak.

- Næsta stig verður at finna fram til, hvørji Fair Play-tiltøk vit skulu fara at skipa fyri í Føroyum, sigur Virgar Hvidbro.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo