40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Var í Grønlandi í summar og arbeiddi har nakrar mánaðir.

Áðrenn fráferð úr Føroyum, varð kravt av grønlendsku myndugleikunum, at eg skuldi hava tikið eina koronatest, sum ikki skuldi verða eldri enn 72 tímar.

Prógvið um negativa test skuldi eg hava við mær ella senda myndugleikunum, áðrenn eg fór í flúgvarin ávegis til Grønlands.

Um hetta mundi var talið av ferðandi við flogfarðinum úr Keypmannahavn avmarkað til 600 um vikuna.

Komin umborð legði eg til merkis, at lætt var at halda frástøðu, tí skipað var soleiðis fyri, at bert eitt avmarkað tal av ferðandi vóru við á hvørjum túri.

Eisini vóru tað longu tá fleiri ið nýttu munnbind.

Var stutt frammanundan komin úr Føroyum við, so at siga, fullfermdum flogfari.

Komin til Nuuk gekk leiðin víðari til Eysturgrønlands.

Har skuldi eg taka nýggja test 5 dagar eftir at eg var komin – og tað bleiv sjálvandi gjørt.

Ferðafólkaleiðina til Eysturgrønlands via Ísland høvdu myndugleikarnir stongt.

Higartil eru knapt 500 koronatilburðir staðfestir í Føroyum.

Í Grønlandi er talið 17.

So kanska hava vit okkurt at læra av Grønlandi.

Tordur J. Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo