40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Rimmar Oktoberfest við borðhaldi, serbryggi frá Føroya Bjór, týskum mati, undirhaldi og nógvum festligum tyrolaratónleiki og føroyskum sangi.

Langborð verða sett upp til gestirnar at sita við soleiðis, at fólk skulu fáa eina kenslu av, at vera stødd mitt í München.

Hølini í Dansifrøi verða prýdd við bláum og hvítum, ið eru litirnir, sum altíð eyðkenna Oktoberfestir. Føroy Bjór ger eisini nógv burturúr og bryggjar serbrygg bara til hetta kvøldið.

Jan Gardar verður borðstjóri og tað er í røttum lederhosen stíli. Til sangin undir borðhaldinum eru tað Saggi & Hans Pauli sum spæla undir við harmoniku og Fýri Fýrar undirhalda. Eisini vitja tveir “kendir” sangarar sum eru eyðkendir fyri teirra tyrolara sangir.

Aftaná borðhaldið verður dansur við Spaðar 5 (sum eisini eru í Lederhosen hetta kvøldið)

Oktoberfest er ein veitsla, sum hevur sín uppruna í Týsklandi, og sum fær fólk í sera gott lag. Skipað varð fyrstu ferð fyri Oktoberfest í München fyri 200 árum síðan, og síðan hava tiltøk av hesum slag breitt seg um allan heim.

Vertir, starvsfólk, undirhaldar, tónleikarar og fyrireikarar vera øll í Dirndlkleid og Lederhosen og lagt verður upp til at gestir eisini lata seg í til høvið.

Fyrireikararnir siga at Oktoberfestin er eisni eitt upplagt høvið hjá fyritøkum, bindiklubbum, vinarbólkum at hava teirra árligu veitslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo