Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eingin ivi er um at kórsangur hevur ein centralan leiklut í ólavsøkuhaldinum. Hjá mongum - sangarum og áhoyrarum- er kórsangurin á Tinghúsvøllinum eitt hæddarpunkt í tjóðarhátíðini.

Uttan slit hava kórsangarar í knaptliga 90 ár sungið á Ólavsøku tá skrúgongan kemur úr kirkjuni. Í samband sínari Ólavsøkukantatu ynskti Jógvan Waagstein at kórsangarar úr øllum Føroyum skuldu stevna til Havnar á Ólavsøku og soleiðis manna eitt ”Føroyakór” umboðandi allla tjóðina.

Tó bleiv hesin dreymur hjá Waagstein ikki veruleiki fyrr enn H.J. Højgaard í 1953 stjórnaði Ólavsøkukórinum. Inntil tá var tað Havnar sangfelag, sum sang á Tinghúsvøllinum. Men eftir hetta bleiv vanligt við blandaum kóri mannað úr øllum landinum.

3. juli kl 15.00 hevur Ólavsøkukórið sína fyrstu venjing í Læraraskúlahøllini. Vant verður hvønn sunnudag kl 15.00 fram til Ólavsøku. Siður er at kórleiðarar skiftast um at stjórna kórinum og í ár hevur Kórsamband Føroya heitt á Ólav Jøkladal um at standa fyri kórinum. 

Ólavur Jøkladal er kórleiðari, tónaskald og tónleikafrøðingur. Ólavur  hevur verið sera virkin innan tónleik, serliga kórtónleik og hevur m.a. skrivað tónleik fyri kór og stjórnað fleiri kórum.

Ólavur stovnaði Tórshavnar Kamarkór í 1985, og hann stjórnaði eisini kórinum næstu tíggju árini.

Somuleiðis var hann leiðari hjá Ebenezerkórinum frá 1984 til 2000. Síðan 1995 hevur hann verið kórleiðari hjá kamarkórinum Aurora Borealis.

Seinast Ólavur stjórnaði Ólavsøkukórinum var í 1987

Venjingarætlan í Læraraskúlahøllini:

3. juli kl. 15.00-18.00
10. juli kl. 15.00-18.00
17. juli kl. 15.00-18.00
24. juli kl. 15.00-18.00
26. juli kl. 19.00-21.30

Kórleiðarar seinastu  árini:
1997: Heri Eysturlíð og Ólavur Hátún
1998: Ólavur Hátún
1999: Ólavur Hátún
2000: Sunleif Rasmussen
2001: Kári Bæk
2002: Knút Olsen
2003: Ólavur Hátún
2004: Pauli í Sandagerði  
2005: Ólavur Hátún
2006: Ólavur Hátún
2007: Ólavur Hátún
2008: Sunleif Rasmussen
2009: Sunleif Rasmussen
2010: Ólavur Hátún
2011: Leif Hansen
2012: Leif Hansen
2013: Kári Bæk
2014: Kári Bæk
2015: Bjarni Restorff

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo