Í dag er Ólavur Eysturdal skipaður í embætið sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, í Hoyvíkar kirkju.
Tað skrivar Fólkakirkjan á netinum.
Ólavur Eysturdal skal røkja embætið frá 1. august til 30. november 2023, meðan Theodor E.D.Olsen er í farloyvi. Ólavur tók guðfrøðisligt embætisprógv á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2021, og hevur virkað sum sóknarprestur í Oure-Vejstrup Lundeborg á Fjóni. Ólavur er ættaður úr Klaksvík og er 37 ára gamal.
Í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi eru tveir prestar og tvær kirkjusóknir – í Hoyvík og í Kaldbak, sum Ólavur fer at røkja saman við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar, sóknarpresti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo