Forsetafrúan í Ukraina, Olena Zelenska, bað um meira loftverju fyri at verja landið, tá ið hon talaði í Kongressini.
Hon møtti ístaðin fyri forsetan.
– Vit vilja ikki hava fleiri loftálop. Ikki fleiri missilálop, segði Zelenska við republikanskar og demokratiskar kongresslimir í eini talu sum endaði hennara vitjan í Washington.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo