40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-071/2020 frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Gomlurætt

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið við havnini á Gomlurætt, tá Sandoyartunnilin er liðugur?

Svar:
Í løtuni verður ein stórur partur av havnini á Gomlurætt nýttur í sambandi við gerð av Sandoyartunlinum.

Harumframt verður havnin nýtt til parkering í sambandi við farleiðirnar hjá Strandfaraskip Landsins til Hest/Koltur/Skopun.

Eisini verður havnin nýtt til ferðavinnu hjá Rib62 og til sjóflutning av fiskialing hjá Luna.

Tá Sandoyartunnilin opnar verður brúk fyri havnini til nevnda virksemi.

Væntandi verður áhugin størri fyri havnini tá Sandoyartunnilin er komin longur, tí nógvir møguleikar eru á økinum.

Í løtuni eru tó ongar ítøkiligar ætlanir við havnini, men málið verður tikið upp politiskt, tá tunnilin er komin longur ávegis.

Tinganes, 25. januar 2021
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo