40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Pf Norðoyatunnilin og Pf Vágatunnilin hava havt ársaðalfund og ársroknskapurin er kunngjørdur.

Hóast nógva ferðslu eru inntøkurnar smáar.

Inntøkurnar í Norðoyatunnilin í 2021 vóru einans 17,8 mió kr og í Vágatunlinum vóru inntøkurnar einans 11,2 mió kr.

Umleið 1,45 mió bilar koyrdu ígjøgnum Norðoyatunnilin og umleið 900.000 bilar koyrdu gjøgnum Vágatunnilin í 2021.

Lága bummgjaldið sæst aftur í inntøkununum.

Men tunlarnir tykjast ikki at hava nakra fíggjarliga neyð.

Lánini eru útgoldin og tí hava tunlarnir ongan kapitalkostnað at dragast við.

Tá rakstrarkostnaður og avskrivingar eru farin av, eru nakrar fáar milliónir eftir á botnlinjuni.

Røddir hava verið frammi um at leggja allar undirsjóvartunlarnar saman í eitt stórt tunnilsfelag.

Men tey sum droyma um at leggja allar undirsjóvartunlarnar í eitt felag, fyri at draga stórar peningaupphæddir úr Norðoya- og Vágatunlinum, til at fíggja aðrar verkætlanir í Føroyum, kunnu gloyma alt um tann stóra vinningin.

Tunlarnir hava við verandi bummgjøldum nærum onga inntøkuorku til at klára stórt meira enn egnan rakstur og ábøtur á tunlarnar.

Skulu ”smáu” tunlarnir geva nakað munagott fíggjarligt íkast til at fíggja aðrar verkætlanir, mugu bummgjøldini upp.

Men tað hendir neyvan uttan svørðsslag frá lokaløkjunum í Norðoyggjum og Vágum.

Leiðslan í tunnilsfeløgunum hevur annars júst kunngjørt príslækking í Norðoya- og Vágatunlinum við gildi frá 1. juni 2022.

Tá lækkar gjaldið fyri tung akfør við 50% og smærri bilar sum koyra nógv rinda ”bert” fyri fyrstu 25 túrarnar í einum mánaða.

Prísbroytingarnar kunnu lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo