Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað fer ongin sonevndur shuttlebussur at koyra til og úr Tjørnuvík í summar. Tað sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri við VP. 

Fólk hava annars givið ilt av sær, tí ov nógvir bilar og bussar eru í bygdini viðhvørt, so sannur ruðuleiki valdar.

- Vit høvdu eina royndarskipan í fjør við bussi sum koyrdi ímillum, men tað vóru ov fá sum brúktu bussin í mun til tað sum skipanin kostaði kommununi, sigur Jógvan Kruse. Tí verður hendan skipanin ikki aftur í ár.

- Men vit brúka ljósreguleringina aftur í ár, og vit hava stytt um bæði strekkið og tíðina sum fólk skulu bíða, sigur borgarstjórin. Hartil er skipanin við fráboðan um, hvussu nógvir parkeringsbásar eru tøkir í Tjørnuvík aftur virkin í ár. Henda skipanin sigur bilførarum frá støðuni í Tjørnuvík, longu tá teir koma til Haldórsvík, sigur Jógvan Kruse.

- Men atfinningar hava eisini verið ímóti hesi skipanini, og sagt verður, at hon vísir ikki altíð rætt.

- Ja, tað er so ikki okkara royndir. Vit hava kannað skipanina fleiri ferðir í seinastuni, og tá hevur hon víst rætt, sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda Kommunu. 

Hann leggur afturat, at tað er serliga góðveðursdagarnar, tá fólk hava frí, at tað kann vera eitt sindur ruðuleikakent í Tjørnuvík.

- Nakrir slíkir dagar hava verið í seinastuni, tí kennist tað kanska eitt sindur ógvusligt beint nú. Men tað eru hóast alt fleiri dagar, tá hetta ikki er ein trupulleiki, minnir borgarstjórin á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo