Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hóskvøldið 2. juni sleppa føroyingar, sum teir fyrstu í heiminum at hoyra trý nýggj verk eftir altjóða viðurkendu tónaskøldini Hans Gefors úr Svøríki og føroyska Sunleif Rasmussen.

Danski tónleikabólkurin Opera Voce, við m.ø heimskenda blokkfloytuleikaranum Michalu Petri, hevur bílagt og framførir verkini, sum eru Norðurlendsk burturav.

Hans Gefors hevur skrivað tvey av verkunum, sum verða frumframførd, og eru tey ávikavist skrivað til tekstir úr “Det” hjá donsku Inger Christensen og yrkingar hjá norska Jon Fosse, sum vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015.

Triðju fumframførsluna eigur Sunleif Rasmussen, sum hevur skrivað nýggjar variatiónir yvir kenda sálmin “Harmur og gleði” fyri altblokkfloytu.

Bæði Sunleif Rasmussen og Michala Petri vunnu herfyri FMA virðislønir - Sunleif fyri bestu kompositión (Territorial Songs) og Michala fyri bestu útgávu (Danish & Faroese Recorder Concertos).

Tey sum framføra á hesi konsertini eru, umframt Michalu Petri á blokkfloytu, mezzosopranin Mette Østergaard, sellisturin Toke Møldrup og pianisturin Tine Fenger.

Á skránni annars verða verkini Sulamith og Solomon op. 1 og 6 fyri mezzosopran og klaver hjá Lange-Müller og Malinconia op. 20 fyri sello og klaver hjá Sibelius. Mette Østergaard gav í 2010 eina fløgu út við eini innspæling av Sulamith og Solomon, og hon varð tá kosin at vera besta danska útgávan av hesum verkinum.

Konsertin við Opera Voce er í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 2. juni kl 19.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo