Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Heimskenda Operahúsið fyllir í hesum døgum 50 ár og stór hátíðarhald eru í australska stórbýnum Sydney, har húsið stendur við sjógvin.

Operahúsið, sum í dag er á listanum hjá Unesco yvir heimsarvin, skuldi upprunaliga eftir ætlanini taka fýra ár at byggja og kosta 7 milliónir dollarar. Tá avtornaði tók tað 14 ár og kostaði yvir 100 mió dollarar at fáa liðugt.

Danski arkitekturin Jørn Utzon vann kappingina um at tekna húsið. Tilsamans 233 uppskot frá arkitektum í 28 londum komu inn. Men Jørn Utzon bleiv óklárur við bygginevndina og takkaði fyri seg í 1966. Hann fór ongantíð til Australia at síggja húsið, tá tað stóð liðugt, og tá Elisabeth II drotning vígdi lidna húsið, bleiv hann ikki nevndur við einum orði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo