40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað tykist sum at tað er til tín man skal venda sær, við ynskinum um at forða fyri endaliga missinum av virðum tjóðarinnar í fiskatilfeinginum.

Síðani vit búskaparfrøðingar fyri stívliga tjúgu árum síðani mæltu til at taka fult gjald fyri vinnuliga nýtslu av fiskatilfeingi landsins, hevur hugsjónin vunnið sær ikki bara heimarætt millum fólk, men fær undirtøku frá einum meiriluta av fólkinum.

Tað stendur teimum flestu púra greitt, at hetta er einasti rætti vegurin burtur úr tí høpisleysu støðu, at einstaklingar fáa ognarrætt og arvarætt til hundraðtals miljónir, meðan restin av fólkinum fær einki pettið burtur úr.

Tilfeingisognin er landsins, fólksins, tjóðarinnar – ella hvat tú vilt kallað tað – so einfalt er tað.

Og virðið bara økist, sum eftirspurnin eftir fiski økist í heiminum.

Teimum reiðarum, sum hetta verður veitt ókeypis til ognar, er hetta gull vert. Og teir lata tað ikki ókeypis av hondum.

Royndir bæði úr Føroyum, Íslandi, Noregi og nógva aðrastaðir vísa okkum at tá teir so selja gávugóðsið sjálvir, fer tað til hægsta prísin marknaðurin kann bjóða.

Sjálvir og eftirkomarar standa soleiðis við hundraðtals miljónum, sum ev røttum ongantíð vóru teirra at eiga.

Hetta er ein misjavni, Løgtingið má fáa burturbeindan.

Talan er eisini um brot á ein grundleggjandi liberalan rætt til ótarnað at byrja vinnuvirksemi, uttan at skulu gjalda øðrum privatum vinnurekandi atgongugjald í hundraðmiljóna klassanum.

Hetta er tí eisini ein órættur, sum Løgtingið má fáa burturbeint.

Eftir stendur so bara ein liberalur og rættvísur máti at býta tilfeingið millum grammu bjóðararnar. (Tað er einki forgjørt ella skeivt í at vera grammur í vinnulívi.) Og hann er at selja øll fiskirættindi á uppboði.

Tá skal Løgtingið bara eina ferð um árið áseta heildarkvotur og fiskidagar. So einfalt og effektivt.

Var gjørt soleiðis, rann á hvørjum ári stívliga ein miljard inn á kontuna hjá Føroya fólki.

Var reglugerð við sama virkna gjørd fyri alingina, runnu á hvørjum ári meira enn tvær miljardir inn á kontuna hjá skattgjaldarunum, uttan at tað nervaði vinnuliga raksturin av fiskiskapi yvirhøvur.

Fiskurin hevði framvegis komið upp úr sjónum og fram til keyparan.

Við hesum inntøkum var føroyski skattgjaldarin næstan eins væl bjálvaður í vælferð sum norski borgarin er bjálvaður við ríkisins oljugrunni.

Men hetta megnaði undanfarna samgonga ikki at fremja, tíverri. Og veljarin hevur meira enn hetta eina málið í huga tá val er, so nú situr onnur samgonga við róðrið.

Vandin er nú at hesi virði verða læst føst aftan fyri 10 ella 12 ára høgar múrar, sum Løgtingið valla nakrantíð fer at røkka yvir um.

Uttan mun til hvør fer at manna komandi samgongur og landsstýri, fer brúk at vera fyri pengunum, sum givnir verða burtur á hendan hátt.

Verður endaliga latin av hondum møguleikin at selja fiskirættindini til hægstbjóðandi, verður bara møguligt at skatta pengarnar inn aftur.

Og tað er hin mest óvissi, óeffektivi og órógvandi mátin at gera hetta uppá.

Tað er í tínum og tykkara hondum at málið nú liggur.

Hermann Oskarsson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo