40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vinafelagiđ Føroyar- Ísrael: Vinafelagið Føroyar- Ísrael hevur aftur í ár opið hús í Sloans húsum á Ólavsøku. Báðar dagarnar verður opið millum kl. 15.00 - 20.00.

Vit gleða okkum at taka ímóti gestum, ungum sum eldri, sum støkka inn á gólvið á Ólavsøku.

Í samband við at Jerúsalem hevði sítt annað 50 ára jubileum í 2017 og Ísrael er vorđið 70 ár í ár, fara vit at vísa ymist á stórskíggja, sum gera hesar stóru hendingar sjónligar.

Tvær framløgur vera eisini annan hvønn tíma. 

Tann eina er um  bíbilska Jerúsalem, tey 3 fjøllini og tey 7 Templini, sum eru ímillum báðar permurnar á bíbliuni. 

Hin framløgan er um upprisna hebraiska myndamálið, sum Móses nýtti at skriva tær 5 Mósebøkurnar við.

Tað sum ger hebraiska myndamálið so serstakt, er at tað prógvar tekstirnar hjá profetunum, sum komu aftaná. Tað ger sjónligt Navn Guds og einasta persón, sum kann taka hetta stóra navni til sín. Krossurin er eisini har og týdningin av blóðinum. Ja enntá Gud- givna hjúnabandið er lýst har. Um tað ikki er ímillum man og kvinnu, so vísur myndamálið hvør avleiðingin verur. 

Vit bjóða, sum vanligt, ókeypis kaffi og te saman við nýbakaðum vaflum og øðrum góðum. Eisini hava vit eitt borð  við ymiskum bókum og lutum, sum marka 70 ára føðingardagin hjá Ísrael. 

Vinafelagiđ Føroyar- Ísrael ynskir tær hjartaliga vælkomin í Sloans hús á Ólavsøku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo