Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eftir vánaliga úrslitið á løgtingsvalinum hartar aðalstjórnarformaðurin formannin.

Rógvi Nybo, aðalstjórnarformaður, hevur í eini eftirmeting av valinum á sínum facebookvanga sagt, at tíð er til sjálvrannsakan og at blanda kortini av nýggjum.

Og á tíðindaportalinum in.fo greiðir hann nærri frá:

– Vit kláraðu ikki at endurreisa flokkin á hesum løgtingsvalinum, og vit fáa eisini alla tíðina at vita, at vit koma ikki við nøkrum nýggjum. Tá er tað vanligur logikkur, at tað kann geva flokkinum nýtt lív at skifta formannin og endurnýggja flokkin.

Men tað líkar einum av teimum mest garvaðu ígjøgnum árini ikki. Tórbjørn Jacobsen, sum í dag ikki situr í løgtinginum, heldur, at tað mátti heldur verið aðalstjórnarformaðurin sjálvur sum legði kongin, um nakar skal gera tað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo