40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eyðun Johannesen, leikstjóri, fyllir 80 (mynd: Sjúrður Ravnsfjall).

Eyðun Johannesen, leikstjóri, fyllir 80 (mynd: Sjúrður Ravnsfjall).

Um nakrar dagar verður Eyðun Johannessen, leikstjóri, 80 ár. Hóskvøldið tann 26. apríl verður bók løgd fram, sum í brotum lýsir lívið hjá manninum, sum legði lunnar undir nýggjan føroyskan sjónleik. Bókin er eisini fyrsta sjónleikarsøga okkara í brotum.

Hesir báðir tættir hanga sama sum krókur og lykkja, so væl bregdaðir saman, at tú fært valla tosa um annan uttan eisini at tosa um hin.

Tá ið tikið verður samanum, hevur so hesin spegilin, ið Eyðun saman við øðrum setti upp fyri okkum fyri hálvari øld síðan, verið við til at broyta nakað? Hevur hann rúmkað okkum samfelagið? Hevur hann fingið okkum at pilka onkran fordómin niður?

Fyrireikararnir ætla at varpa ljós á hetta hendingaríka lívið við samrøðum, upplestri, kvøðum, sangi og tónleiki.

Tiltakið byrjar klokkan 21.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo