Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Viljanum bilar einki, men er førleikin nóg góður?

Hóast tríggir ymsir journalistar skriva, so er sama orð brúkt hvørja ferð í yvirskriftini.

Tað er vil og at vilja.

Tílíkt eigur ikki at koma fyri, har virkandi redaksjónir eru í sving og arbeiða við fleiri fólkum undir veitingarkravið, sum public service sáttmálin ásetur við politiska myndugleikan, sum so aftur fyrikemur við játtanini.

Síðan Kringvarpið fór undir at reka heimasíðu, og kallaði henda miðilin triðja beinið, hava vit, sum fylgja við, sannað, at henda tænasta hvørki maktar at koma út til lesaran nóg skjótt og gott, og ei heldur maktar at røkja nóg góð málslig grundsjónarmið.

Tá verður tænastan ein so lítil og óviðkomandi viðfáningur, at Kringvarpið burdi útveitt hesa tænastu, eitt nú til netmiðlar, sum javnt og samt vísa eitt journalistiskt árvakni og altíð vita okkurt nýtt úr egnum samfelag og týðuliga brýggja seg um tíðindi úr okkara egnu verð.

Tað ger Kringvarpið í alt ov lítlan mun á heimasíðuni.

Leingi hevur tað verið ein vittigheit, at brestur triðja heimskríggj á fríggjadag klokkan 16, so vita brúkarar hjá kringvarpinum ikki av tí fyrr enn mánamorgun eftir kaffitíð.

Her má broyting koma í.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo