Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Útisiglarar og onnur sum rinda skatt í Norra, rinda 8,2% í eykaskatti til Folketrygg. Nú skulu tey dupultskattast, men afturfyri sleppa tey undan Heilsutrygdargjaldinum, sum er 0,7%!

Í Norra eru tvær skattaskipanir, ein vanligur skattur og so eykaskattur til Folketrygg. Til tað seinna rinda føroyngar í norskum starvi 8,2% í eykaskatti av lønini.

Folketrygg tryggjar persónum rætt til fleiri sosialar veitingar, sum í Føroyum eru skattafíggjaðar. Øll útgjøld úr Folketrygg verða skattað sum inntøka. Partur av folketrygg er eisini eftirlønaruppsparing og hon verður skattað við útgjaldi. Tí hevur verið galdandi, at norski eykaskatturin til Folketrygg, sjálvandi hevur verið roknað sum ein skattur eftir føroyskari lóg.

Í desember samtykti samgongan, at hetta ikki skal roknast sum skattur longur. Ljóðar óskyldugt, men tað merkir, at hesir føroyingar skulu framyvir rinda skatt í Føroyum av inngjaldinum til Folketrygg, sum er 8,2% av lønini. Hetta merkir skatt í Føroyum av inngjaldinum í Norra. Og fáa tey pening úr Folketrygg, skal skattur rindast einaferð afturat.

Mikil orrusta var í Føroyum, tá vit fóru til forskatting av eftitrlønum. Tað avloysti gomlu eftirskattingina. Núsitandi samgonga, sum tá í andstøðu leikaði í, hevur nú álagt forskatting á útisiglarar, men tey eru grovari enn so. Eftirlønin hjá teimum skal eisini eftirskattast, tvs skattast einaferð afturat við útgjaldi.

Hetta er dupultskatting sum vil nakað. Vit tosa um 8,2% av teirra lønum. Hetta er bæði órímiligt og óskiljandi.

Landsstýrið boðar nú frá, at hesi afturfyri skulu sleppa undan at rinda Heislutrygdargjald. Tað gjaldið er bert 0,7% av lønini, umframt 175 kr/mánaðin. Tað er bert ein lítil brøkpartur av inngjaldinum til Folketrygg, sum er heili 8,2% av lønini.

Javnaðarlandsstýrið hevur útmerkað seg í at seta bólkar í samfelagnum upp móti hvørjum øðrum. Í síni skatta- og avgjaldsøði seinasta árið, hevur samgongan helst fornermað øll.

Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo