Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað er nærum eitt áratíggju síðan, at ORKA bygdu sínu fyrstu ljóðførir í fjósinum Innan Glyvur. ORKA hevur síðan skapt eitt egið og djarvt elektroniskt ljóð, ið hevur vunnið bólkinum lurtarar kring allan heimin.

 Í kjalarvørrinum av Leipzig, ið telist millum meira stillføru útgávurnar hjá bólkinum, setur ORKA ferðina upp á nýggju plátuni, ið ber heitið Vað. Nýggja plátan kemur út 10. juni 2016 og er framleidd í London og New York av Jens L. Thomsen og Oktopus, fyrrverandi limi av plátuaktuella bólkinum Dälek. Tvey løg eru almannakunngjørd – Grind og Dimmalætting – bæði vísa eina nýggja síðu av ORKA, har ljóðið er vorðið litt av hvøssum techno.

Tónleikurin er enn bygdur á heimagjørd ljóðførir, sum nú eru brotin niður í samplingar. Tónleikurin hevur enn sermerkta ORKA ljóðið, meðan hann samstundis boðar frá einum spennandi, nýggjum snúningi.

- Aftan á fleiri plátur og konsertferðir, helt eg tað vera neyðugt at gera eina plátu, ið hevði færri elementir, sum eg kundi savna meg um og granska” greiður Jens frá. “Á lagnum Grind eru øll ljóð antin sonevnd funnin ljóð, sum eg sjálvur havi samplað, ella samplingar av heimagjørdu ljóðførunum. Onnur løg s.s. Dimmalætting hava synthesisarar, sum vit annars hava verið sera sparnir við á plátuni, siga teir í ORKA.

Hoyr lagið Dimmalætting

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo