Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í lesarabrævi í miðlunum spyr Óli Jacobsen, hví Árni Skaale spyr sum hann ger. Tað er eisini týðiligt, at Óli metir hetta vera spill av orku hjá starvsfólkunum í fiskimálaráðnum, sum skulu brúka tíð uppá at svara hesum spurningunum. Eg vil fortelja Óla og øllum øðrum um, hví eg spyrji, spyrji og spyrji.

Tað er púra rætt, at tað kostar orku at svara spurningum frá einum løgtingslimi. Kostnaðurin stendur tó ikki í mát við, hvussu týdningarmikið tað er at fáa innlit og hollari vitan, tá vit viðgera eitt mál.

Tí avgerðir skulu takast á upplýstum grundarlagi. Um mínir og spurningar hjá øðrum eru við til at geva meira innlit, tá vit viðgera eitt mál, er nógv vunnið. Tí tá gerst viðgerðin hollari og betri.

Føroya banki
Vit hava sum er bara eitt ára serskipanir fyri Føroyabanka. Tað merkir, at landsstýrismaðurin á økinum, sjálvsagt saman við síni umsiting, skal gera eina nýggja skipan á hvørjum ári.

Nær hendan skipanin kann gerast endalig og meira permanent er ilt at meta.

Hvør er so tann rætta skipanin?
Hvør skipanin er tann rætta, er ein góður spurningur. Vit, sum eru fólkavald skulu í øllum førum ávirka og viðvirka, at hendan skipanin verður so góð og skynsom fyri okkum sum gjørligt. Júst av hesi orsøk er neyðugt, at vit fáa upplýsingar um, hvussu tað, sum vit hava roynt í verkið, hevur hilnast.

Tí havi eg sett landsstýrismanninum hendan spurningin, Óli.

Árni Skaale

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo