Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Mær tykir tað vera satt, at hvørt menniskja hevur eitt óendaligt virði, ið hvørki skal prógvast ella metast um. Mær tykir tað vera satt, at tað eru klípini, ið halda einum grótgarði uppá pláss. Mær tykir tað vera satt, at tað ósjónliga ber tað sjónliga, at tað óformella ber tað formella.

Útsøgnin er ikki ein vísindalig niðurstøða, ið objektivt verður staðfest. Útsøgnin er subjektiv og hvílir í míni egnu trúgv. Andaktin er ikki ein vísindalig útsøgn, men royndir lívsins hava staðfest, at virðið er óendaliga stórt á tí, vit mangan ikki varnast.

Bæði tímiliga og andaliga meta vit um, hvør okkara er fremst og best. Eingin orsøk er til fávitsku, tí okkum tørvar verk teirra, ið skara fram úr og eru dugnaligari enn miðal.

Lærd fólk og serfrøðingar eru fakliga fremri enn vit, ið eru miðal dugnalig. Okkum tørvar væl lærd og dugnalig fólk á landi, sjógvi og í luftini.

Hugsa vit um fiskiskip, so er skiparin á brúnni avgerandi, hóast hann ikki ger alt einsamallur. Fiskiskapurin og trivnaðurin umborð eru beinleiðis tengd at skiparanum. Hjá sjófólki er tað umráðandi at sigla við einum góðum skipara.

Skiparin kann vera óføra góður, hóast onnur skip fiska betur. Tað góða kann ikki altíð metast í oyrum og krónum, hóast øll vilja hava eina góða inntøku.

Hugsa vit um sjúkrahúsverkið, so er eitt sjúkrahús meira enn ein dugnaligur yvirlækni. Eingin fávitskut niðurstøða, tí tað er alt avgerandi at hava dugnaligar yvirlæknar. Men yvirlæknunum tørvar onnur dugnalig starvsfólk til tess at útinna gerning sín nøktandi.

Hugsa vit um kirkjuna, so er tað ikki nóg mikið, at biskupur roynir at gera sítt besta. Tað var als eingin kirkja, um talan einans var um biskup, próst ella prestar. Tó tað er umráðandi fyri kirkjuliðið, at kirkjunnar leiðsla ger sær ómak, og at prestarnir eru hjástaddir í nærveru og nærleika.

Kirkjuni tørvar tænarar av øllum slagi. Klassiska fatanin er, at tænararnir eru deknur, urguleikari og klokkari. Tað var eingin gudstænasta, svá vit kenna hana, um hesar tríggjar tænasturnar ikki vóru tøkar.

Men heldur ikki við presti, dekni, urguleikara og klokkara er teksturin lisin. Um vit hugsa um fólkakirkjuna, gera kirkjuráð og hjálparfólk ein stóran gerning. Fríkirkjurnar nýta onnur heiti, men eisini her kennir fólkið kallið at tæna Harranum Jesusi.

Ein fjøld av fólki er virkin í kirkjum og samkomum. Spurningurin, hvør teirra er størstur ella bestur, er óviðkomandi. Tað ræður um at vera trúfastur í tí kalli og tænastu, har vit eru sett at virka.

Tó, øll hava rætt at krevja av okkum, ið eru fakfólk, at tænastan er í lagi og væl úr hondum greidd. Hetta er galdandi innan øll almenn øki, ja óivað eisini á tí privata arbeiðsmarknaðinum.

Lívið í tænastuni hevur víst mær ein sannleika. Mangan havi eg hoyrt útsagnir, ið prógva, at tað óformliga ber tað formliga. At kenslan vigar eins høgt og arbeiðið, at vælveran hevur yvirvág á úrtøkuni.

Sjófólk hoyrast siga, at tað ræður ein góður andi umborð. Um tað ikki var so hugaligt at sigla við hesum skipinum, høvdu tey mynstra av í fyrstu havn.

Sjúklingar, ið eru heimafturkomnir av sjúkrahúsinum, staðfesta tað sama, hóast tað fakliga er umráðandi. Útsøgnin ljóðar nakað soleiðis: “Sum umsorganin var góð eins væl og røktin. Tey vóru blíð og týdlig, ið góvu okkum at eta. Reingerðarfólkini dugdu væl at umgangast okkum.”

Í kirkjuligum umhvørvi hoyrist mangan, at tað er gott og fjálgt at koma í kirkjuna. Vit vera væl móttikin og fylgd til dyrnar, tá ið vit fara. Tænastufólkini vísa okkum áhuga, eru blídlig og hjálpsom.

Alt talar sostatt fyri, at tað er tað, ið kemur afturat, ið ber tað fakliga, t.d. prædikuna ella lesturin. Vit stremba eftir at vera fakliga objektiv. Men, so skjótt vit eru nomin av tí objektiva fara vit víðari og nýta tað objektiva subjektivt.

Spurningurin er væl kendur: Hvør okkara er fremstur og størstur? Eisini støðan við Covid-19 í samfelagnum fær okkum at spyrja, hvør er í fremstu røð?

Ein andakt gevur sjáldan eitt greitt svar. Andaktin eggjar til umhugsni, sum tað týska upphavið til orðið sipar til. Men venda vit øllum á høvdið og hugsa Covid-19 og reinføri, ja so mega tey, ið vit sjáldan umtala, standa frammarlaga í røðini, t.d. reingerðarfólkini.

Lærusveinar Jesu mettu um, hvør teirra var størstur. Eisini vit kristnu fara av sporinum og villast í sjálvgóðsku. Tá er Jesus okkum ein góð fyrimynd, hann, ið átók sær at vera tænari Guðs menniskjum til signingar. Ikki minst útsøgnin, at tann, ið ræður, eigur at tæna, er viðkomandi. Amen.

Orðið: “Men soleiðis eigur ikki at vera hjá tykkum, men hin størsti tykkara millum verði sum hin yngsti, og tann, ið ræður, sum tann, ið tænir. (Lukas 22,26).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo