40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

"Klaksvíkar Kommuna hevur ikki tikið málið í nóg stórum álvara", var niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni.

Hóast at niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni var greið, og at Klaksvíkar kommuna segði seg at taka niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni til eftirtektar, merkja borgarar í Ánunum onga broyting.

Tóm orð koma frá hægstu rók í býráðnum hjá Klaksvíkar kommunu. "Vit hyggja frameftir", segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, á seinasta fundi við Heimafrið fyri fáum vikum síðani.

Vit mugu staðfesta, at Klaksvíkar Kommuna als ikki hevur tikið málið í nóg stórum álvara og framhaldandi ikki ger tað.

Beint nú liggja somu skip, sum ferð aftaná ferð verður klagað um, í Ánunum.  Hetta er stór skomm, at hetta heldur fram uttan avleiðingar.

Vegna felagið Heimafrið
Trina Eysturoy, forkvinna
Tlf. 211807

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo