40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í Hetlandi eru javnan røddir frammi um at fáa betri ferðasamband til Føroya, serliga eftir at Norrøna fyri fleiri árum síðani gavst við siglingini ímillum Lerwick og Havnina. Seinast var tað formaðurin í serligu nevndini fyri flutning og ferðing í Hetlandsráðnum, Ryan Thomson, sum róði framundir, at tað átti at verið betri samband loftvegis ímillum oyggjalondini.

Men Loganar, sum áður hevur spælt við tankan og gjørt onkrar royndir at flúgva uppá Vágar, hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at taka hetta upp aftur. Tað hevur stjórin, Jonathan Hinkles, sagt við miðilin Shetland News.

- Ein av forðingunum er, at flogvøllurin í Vágum er avbjóðandi og tað krevur serliga venjing og útbúgving til flogskipararnar sum skulu flúgva har. Og tað tekur drúgva tíð at fáa øll hesi viðurskiftini uppá pláss, sigur hann. Sum er, hevur Loganair tískil ongar ítøkiligar ætlanir at byrja flúgving til Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo