Dagurin í dag hevur verið ein av teimum góðu føroysku summardøgunum við sól og hita nógvastaðni kring landið.
Veðurstøðirnar hjá Landsverki máta hitan allatíðina, og har sæst, at mátarin í Tjørnuvík máldi yvir 22 stig um middagsleitið. Nógv onnur støð var eisini sera lýtt, eitt nú í Vatnsoyrum har mesti hitin var 21,3 stig, og í Viðareiði var hitin beint undir 21 stig.
Summar veðurstøðir standa so høgt uppi, og tí geva tær ikki røttu myndina av, hvussu er í bygdini har nærhendis. Eitt nú vísti veðurmátarin á Høgareyni mesta hita til at vera 20,5 hitastig, men í Vestmanna var væl heitari enn tað.
Veðurforsøgnirnar lova líknandi veður aftur í morgin og annars gott veður í vikuni sum kemur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo