Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hevur tú verið úti í kvøld, so hevur tú helst bitið merki í, at tað hevur verið og er óvanliga lýtt.

Landsverk hevur veðurstøðir ymsastaðni kring landið, og hesar vísa, at stutt eftir klokkan 9 var hitin óvanliga nógvur. Ein fær hug at halda, at okkurt er galið við hitamátarunum, men um tað er, so er feilurin meira enn bara eitt stað. Eitt nú vístu støðirnar á Krambatanga og á Tjørnuvíkarvegnum 17 stig og á Dalavegnum til Viðareiðis heili 19 stig klokkan eitt korter til tíggju í kvøld.

Tað ber til at trýsta á ymsu veðurstøðirnar, og har fáa eitt yvirlit yvir, hvussu hitin hevur verið á ymsu støðunum í dag. Har sæst millum annað, at á Dalavegnum til Viðareiðis hevur hitin verið nærum 20 stig um hálvgum sjey tíðina í kvøld. Stutt eftir klokkan 8 var hann komin niður í 13 stig, men síðani er ornað aftur og hitin komin aftur up í 19 stig, kanska tí tað er blivið meira skýggjað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo