40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein smápakki sum varð sendur úr Sydney, Australia, til ein móttakara í Vestmanna brúkti nærum líka langa tíð at ferðast teinin úr Sydney til Havnar (16.500 kilometrar) sum hann brúkti uppá teinin úr Havn til Vestmanna (umleið 40 kilometrar).

Pakkin fór 27. august á posthúsið í Sydney við einum sonevndum sporingsnummari sum ger, at sendarin kann fylgja við og síggja, hvar pakkin er. Sendarin rindaði eyka fyri hetta og at pakkin skuldi verða sendur við skundi (express). Og 11. september sær sendarin, at pakkin er framkomin til Havnar. Tað vil siga, at ferðin tók 15 dagar.

Fimm dagar seinni, 16. september, kemur bræv frá posta sum spyr um faktura, so sendingin kann tollast. Sama dag fær Posta eina váttan um, at talan er ikki um handilsliga vøru, men um eina gávu, sum í peningi er at kalla uttan virði.

Men ikki fyrr enn 25. september kemur pakkin fram til móttakaran í Vestmanna. Tá hevði pakkin eisini verið inni á gólvinum hjá Taks til nærri kanningar.

Tað tók við øðrum orðum 15 dagar hjá pakkanum at ferðast teir 16.500 kilometrarnar úr Sydney í Australia til Havnar. Og sami pakki brúkti 14 dagar at koma teir 40 kilometrarnar úr Havn til Vestmanna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo