Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Parasport Føroyar: Parasport Føroyar hevur sett sær sum mál, at ”øll skulu hava møguleika at íðka og mennast í felagsskapinum.”

Eisini tey, ið bera brek.

- Nú Signar er settur í starv, verður ferð sett á arbeiði at fáa skipað ítrótt fyri fólk, ið bera brek, so at hesi eisini fáa part í teimum mongu fyrimununum og ágóðunum, sum ítróttalívið gevur, sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyar.

Signar er útbúgvin kanditatur í ítróttafrøði frá Aalborg Universitet, ið gevur serfrøðiliga vitan innan ítrótt, rørslu, venjing, heilsu og trivnað. 

Hann hevur eisini fleiri starvsroyndir innan ítrótt, heilsu og venjing, m.a. hevur hann staðið fyri  venjing av børnum við yvirvekt, venjing og uppvenjing av eldri, hann hevur sína egnu fyritøku ”Sunt” og so er hann eisini samskipari av arbeiðinum at endurskoða reglugerðina fyri Úrval hjá ÍSF. 

Saman við ítróttaráðgevanum, skal Signar skal seta í verk átøk í samband við nýggju strategiina ”øll kunnu íðka” og standa fyri teimum trimum átøkunum undir strategiini sum eita: 

- Økja um breiddina og styrkja elituna
- Fremja inklusjón
- Betra um og birta undir samstarv við viðkomandi feløg og samstarvsfelagar

Stratesjiin hjá Parasport kann lesast í fullum líki á https://www.parasport.fo/tidindi/nyggja-strategiin-hja-parasport

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo