Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mánadagin fleyg Atlantsflog á fyrsta sinni við ferðafólki niður til franska høvuðsstaðin París.

Sum skilst miðar Atlantsflog eftir, at ein triðingur av ferðafólkunum á nýggju rutuni verða føroyingar, sum fara til París at ferðast, meðan ein annar triðingur verða útlendingar, sum koma til Føroya at vitja.

Tann síðsti triðingurin verða so fólk, sum steðga í París, áðrenn tey ferðast víðari út í heim - ella heim til Føroya.

Longu hesa fyrstu vikuna hevur Atlantsflog upplivað, at fólk, sum hoyra til hendan síðsta triðingin, hava brúkt rutuna.

Á túrinum niður til París mánadagin vóru á leið 170 fólk við í flogfarinum, og ímillum tey vóru leikararnir hjá KÍ og fólk knýtt at felagnum.

KÍ spælir í kvøld returdystin ímóti san marinesiska Tre Fiori, og fór liðið av landinum mánadagin - fyrst til París, áðrenn flogið varð víðari til italska býin Bologna, sum liggur nær við San Marino.

Og á túrinum úr París heim til Føroya í gjár mundu tey ikki vera so fá, sum varnaðust tann góða hýrin, sum var har afturi í flogfarinum.

Norðurírska Ballymena United spælir í kvøld ímóti NSÍ í Europa League, og ímillum tey gott og væl 100 ferðafólkini, sum vóru við í gjár, vóru átta vælhýrdir, syngandi norðurírar, sum vóru komnir úr Belfast til París fyrr um dagin (sí nakrar av teimum á myndini omanfyri). 

Ballymena vann fyrra dystin 2-0 ímóti NSÍ, meðan KÍ vann 5-1 í Gundadali ímóti Tre Fiori fyri einari viku síðan.

Viðvíkjandi París-rutuni, so miðar Atlantsflog eftir at flúgva fimm túrar um vikuna niður til franska høvuðsstaðin komandi ár. Hesa fyrstu tíðina flýgur felagið tríggjar túrar um vikuna niður til París, og frá oktober fram til nýggjár verður flogið tvær ferðir um vikuna.

Túrurin ímillum Føroyar og París tekur á leið 2 tímar og 15 minuttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo