Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partabrævið hjá svensku fyritøkuni Minesto er vaksið yvir 100% í virði, mált í eina mánaða, frá einum botni 23. oktobur til ein topp 24. novembur. Síðani tað er partabrævið fallið nakað aftur.

Stóri vøksturin hendir samstundis sum risadrekin, sum skal framleiða streym úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi, er komin til Vestmanna.

Tað er av týdningi at hava í huga, at Minesto er ein sonevnd vakstrarfyritøka, sum fæst við at menna eina vøru og brúkar meira pengar enn hon forvinnur. Tí hevur higartil verið minus á botnlinjuni. 

Partabrævið hjá Minesto kostaði kr 7,80 tá fyritøkan fór á børsin í november 2015. Síðani hevur tað verið heilt uppi á kr 35,25 í juli 2020, fyri nú at kosta kr 7,98, áleið tað sama sum við byrjan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo