Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bakkafrost hevur flestu árini klárað seg væl á virðisbrævamarknaðinum. Men árið í ár var eitt rakár fyri íleggjararnar.

Bakkafrost hevur flestu árini klárað seg væl á virðisbrævamarknaðinum. Men árið í ár var eitt rakár fyri íleggjararnar.

Tað var munur á at vera partaeigari í BankNordik og Bakkafrost í ár. Vanliga hevur Bakkafrost átt munin, men í ár var tað umvent.

Bakkafrost byrjaði árið við kursinum 619, men endaði á 532 - ein minking uppá góð 13%. Tá partabrævið hjá Bakkafrost hevði størst virði í árinum var kursurin 776, tá tað hevði minst virði var kursurin 463. 

Hetta sigur tó ikki alt, tí vinningsbýti er eisini ein partur av søguni, og verður vinningsbýti rokna við var virðisminkingin í ár umeið 12%. 

BankNordik byrjaði árið við kursinum 137 men endaði á 164,5 - ein vøkstur uppá góð 20%. 132 var lægsti kursurin hjá BankNordik partabrævinum í brátt farna árinum og 200 var hægsti kursur. 

Men so er tað vinningsbýtið, sum hjá BankNordik er nokkso munandi. Tá tað verður talt uppí var avkastið til partaeigararnar hjá bankanum góð 41%, sum er væl betur enn miðal fyri danskar bankar. 

Tað mest spennandi við partabrøvum er sjálvandi altíð, hvat framtíðin bjóðar. Hvat vænta íleggjararnir sær, og hvat kunnu kursirnir og ymisk lyklatøl siga okkum um tað?

Partabrævið hjá BankNordik handlar framvegis langt undir byrjunarkursinum sum var ásettur tá bankin fór á børsin av fyrstan tíð. Men tað hongur sjálvsagt saman við, at virðið á bankanum er minkað, eitt nú er ymiskt virksemið uttanlands selt frá. 

Kanska mest vanliga lyklatal er PE (price/earning) sum sigur nakað um, hvussu nógv ein íleggjari er sinnaður at gjalda fyri hvørja krónu av yvirskotinum, sum væntast at koma.

Her sæst, at PE lyklatalið hjá BankNordik liggur beint undir 6, og tað er nærum tað lægsta seinastu fimm árini. Miðal fyri donsku bankarnar er yvir 7. Tað er kanska ein ábending um, at partabrævið hjá BankNordik er ikki dýrt.

Partabrævið hjá Bakkafrost hevur hinvegin við dagsins tølum eitt PE uppá nærum 52 sum má sigast at vera rættuliga høgt. Summi (eitt nú Dansk Aktionærforening) siga, at ein skal halda seg burtur frá partabrøvum sum hava eitt PE yvir 25. Men eitt høgt PE sigur eisini nakað um, at íleggjararnir hava stórt álit á fyritøkuni, og at hon fer at megna at skapa tey úrslit, sum hon ætlar. Hinvegin - lítið skal ganga galið, áðrenn tað álitið er burtur.

Útfrá hesum vil onkur kanska halda, at partabrævið hjá Bakkafrost í løtuni er dýrt.

Triðja føroyska felagið, sum er børsskrásett, Atlantic Petroleum, hevur í nógv ár ikki havt ein rakstur sum gevur meining, og ein kann undrast yvir, at partabrævið framvegis er skrásett.

Bakkafrost hevur flestu árini klárað seg væl á virðisbrævamarknaðinum. Men árið í ár var eitt rakár fyri íleggjararnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo