Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Stagflatión er nýggja ræðuorðið á partabrævamarknaðunum, sum oftani siga nakað um, hvussu búskapurin sum heild hevur tað. Stagflatión er tá inflatiónin er høg samstundis sum vøksturin er minkandi og arbeiðsloysið veksur. Tað var støðan eitt nú í 70 árunum, tá orkuprísirnir vuksu við risafetum og inflatiónin endaði uppi á 12-14 prosentum. Tað kann tykjast langt burtur nú við lágum arbeiðsloysi og rentum, men støðan kann skjótt broytast, og tað er hetta sum íleggjararnir stúra fyri.

- Samstundis stúra teir eisini fyri, at tjóðbankarnir fara at hækka renturnar skjótari enn vænta, og at tað so fer at bremsa uppsvinginum, sigur íløguráðgevin hjá Danske Bank, Lars Skovgaard Andersen við Jyllandsposten. Hann kallar støðuna beint nú fyri 'perfekta stormin' ella 'fullkomnu ódnina', tí fleiri óhepnar støður raka samstundis.

Vaksandi prísirnir á rávørum hanga mest saman við, at trongar eru komnir í veitingina av ymsum rávørum eftir koronasteðgin.

- Vit vænta, at skjótt vaksandi rávøruprísirnir bert eru fyribils. Sum frálíður fer hetta helst at rætta seg. Men beint nú hava vit 'perfekta stormin' við stórum eftirspurningi sum kemst av at alt letur uppaftur, samstundis sum vøksturin er minni enn væntað, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo