40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Jógvan Hansen, Miðvágur, Ph.D. í jarðfrøði, hevur saman við Morgan Ganerød, Norges Geologiske Undersøkelser, Noreg, í apríl 2022 givið út vísindaligt ‘preprint’ í ‘EarthArXiv’, USA, viðvíkjandi heilt nýggjum aldursmátingum av føroyskum basaltiskum tilfari (Sama handrit er í løtuni til ‘javnlíka-metingar’ hjá vælumtøktum forlagi við tí fyri eyga, at geva út í altjóða ‘open access’ høpi.).

Henda verkætlan er ein av tveimum, sum viðvíkja aldur av føroyskum basaltiskum tilfari, har tann seinna so eisini er í gongd í løtuni.

Heitið á nýggjari gransking er:

On the timing and nature of magmatism in the North Atlantic Igneous Province: New implications from basaltic rocks of the Faroe Islands

Samandráttur:
Í hesari granskingar verkætlanini í jarðfrøði eru flest allar tær føroysku basaltisku syllarnar tiknar við eins og onkrar serliga viðkomandi basalt fláir. Endamál her er fyrst og fremst at fáa til vega álítandi ‘radiometriskar’ mátingar av aldrinum av hesum. Til hetta endamál verður radioaktiva skipanin har isotopur 40K (Kalium) lutvíst brýtir niður til 40Ar (Argon) brúkt, har síðan radiogenur 40Ar isotopur saman við stabilum 39Ar isotopi verða mátaðir  (40Ar/39Ar lutfall verður mált, geoinfo.nmt.edu/labs/argon/methods/home.html). Hesar nýggju kanningarnar eru framdar við tí fyri eyga, at avdúka jarðfrøðisligu søguna á tí føroyska økinum meira neyvt enn higartil hevur verið gjørt, har hettar letur seg gera. Í fyrstu syftu merkir hettar, at nýggjar aldursmátingar frá hesari granskingar verkætlanini verða samanlíknaðar sínámillum og so eisini við eldri radiometriskum mátingum av føroyskum basaltiskum fláum, sum vóru framdar í 2007. Eisini verða bæði nýggjar og eldri aldursmátingar úr Føroyum samanlíknaðar við tilsvarandi mátingar umboðandi líknandi basaltiskt grótsløg úr serliga eystur Grønlandi. Samanumtikið kunnu tær nýggju aldurs mátingarnar frá hesari granskingar verkætlanini gera tað møguligt at seta neyvari mørk fyri, nær virksemi við grót-bræðing í Føroyum og harvið eisini nær vatnrættar strekkingar-toyggingar kreftir í ovastu jarðar kápuni endaðu í tí føroyska partinum av tí norður Atlantiska økinum (North Atlantic Igneous Province [NAIP]). Hóast nógv tann størsti parturin av virksemi við grót-bræðing í NAIP, írokna í tí føroyska økinum, fór fram í einum tíðarskeiði frá umleið 61 til umleið 55 milliónir av árum síðan (~61 Ma til ~55 Ma), so eru nógv dømir um tílíkt virksemi eisini nakað seinni í tíðini úr til dømis eystur- og vestur Grønlandi og í Rockall økinum, sum í dag er havbotnur. Virksemi hetta seinna tíðarskeiðið ber prógv um, at vatnrættar strekkingar-toyggingarkreftir í ovastu jarðar kápuni hildu fram nógvar milliónir av árum eftir at sjálvt Atlantshavið so smátt var byrja at vaksa fram millum eystara Grønland og tað føroyska økið. Í hesari granskingar verkætlanini verður radiometriskur aldur so lágur sum ~50,5 Ma fyri tær smæstu/yngstu føroysku syllarnar (Langaregn Syllin og Vestmanna Syllin) lagdur fram. Eisini verður víst á, at tær størstu/elstu føroysku syllarnar, bólkaðar í Streymoy/Kvívík syllarnar og Eysturoy/Sundini syllarnar ávikavist (~55.5 Ma), helst komu upp á pláss av fyrstan tíð stutt eftir at ovarstu/yngstu basalt fláirnar, bólkaðar í ‘Enni Formation’, komu upp á pláss um ~55,8 Ma. Fugloy-Svínoy syllin (~54,45 Ma) og Morskranes syllin (~53,2 Ma) liggja so ímillum tær elstu og tær yngstu syllarnar, tá aldur umræður. Stigvísa minkingin í stødd av føroyskum syllum jú yngri tær eru tíða uppá, at virksemi við grót-bræðing minkaði jú longri strekki gjørdist til ásan har grønlandsku og europeisku tektonisku pláturnar fóru frá hvørjari aðrari orsaka av virknari havbotns-spjaðing við Miðatlantiska ryggin, tað vil siga so hvørt sum tað føroyska økið spakuliga flutti seg eystureftir í mun til hendan. Líknandi hendingagongdir í øðrum pørtum av NAIP styrkja um ástøðir í hesari verkætlan um, at tað á ongan hátt var óvanligt í hesum stóra økinum við lutfalsliga minni strekkingar-toyggingar hendingum og minkandi virksemi við grót-bræðing eisini lutfalsliga langan tein frá ásum við virknari havbotns-spjaðing. Radiometriskur aldursmunur innan ymisk sløg av basaltiskum tilfari í føroyskum økið og líknandi grót í eystur grønlendskum økið kundu bent á, at ikki var óvanligt at munur var millum hesi bæði økini tá aldur og menning umræður yvir kanska eini 20 milliónir av árum, tað vil siga aftaná ~57,5 Ma. Okkara úrslit vísa á, at einki vildi verið í vegin fyri, at eitt sokki ‘mikro-meginland’ upprunaliga lá har Ísland liggur í dag, tað vil siga millum tær ungu Føroyar og táverandi eystur Grønland. Samanumtikið kann sigast, at við hesari granskingar verkætlan í jarðfrøði kunna vit hervið økja um aldurs spenni av føroyskum basaltiskum tilfari frá upprunaligu 55,2 Ma – 60,1 Ma til núverandi 50,5 Ma – 60,75 Ma, ella frá 4,9 milliónir av árum til 10,25 milliónir av árum.

Leinkja til nýggja preprint útgávu í EarthArxiv:
doi.org/10.31223/X5DD1N

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo