40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú tey heilt ungu úr Suðuroynni á einum "ungdómstingi" eru so búgvin, at tey skjóta upp og eftirlýsa eina skjóttgangandi fergu millum Hvalba og Sand, áttu allir skynsamir politikarar og sakkønir skipskonstruktørar at umhugsa uppskotið gjølla við bæði vælvild og áhuga.

Teir eiga fordómsfrítt at kanna, hvussu stór ein slík ferga skuldi verið, og hvussu ofta hon kundi siglt ta væl stytri leiðina millum Sands bygd og Nes-Hvalba, enn tann drúgva og sjóverksliga túrin av Tvøroyri til Havnar.

Tey allarflestu vilja fegin stytta um sjóleiðina, og tá ið tey yngu koma við einum slíkum uppskoti, eiga tey eldru at lurta væl og virðiliga eftir.

Tað eru bara ca. tjúgu mánaðir, til tað verður brúk fyri eini slíkari fergu, so tá  skal hon helst vera sjóklár til at flyta passagerar, bilar og stykkjagóðs bæði nátt og dag.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo