Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Uppskotið ásetir eina heimild til kommunurnar at rinda part av kostnaðinum fyri stovnspláss til foreldur, um tey velja at ansa egnum børnum heima. Hetta verður gjørt út frá meginregluni um, at pengarnir skulu fylgja barninum, sigur Fólkaflokkurin millum annað í viðmerkingunum til uppskotið sum flokkurin hevur lagt fram.

- Tørvur er á, at foreldur kunnu fáa størri frælsi at skipa sín gerandisdag, og er hetta ein liður í tí, at geva foreldrum størri frælsi at leggja til rættis, hvussu ansing av teirra børnum skal skipast.

- Uppskotið heimilar kommunum at rinda part av kostnaðinum fyri stovnspláss til foreldur, og er tað ein sjálvboðin skipan, har kommunur sjálvar gera av, um tær bjóða sínum borgarum hetta tilboð.

- Uppskotið bleiv sent til almenna hoyring av fyrrverandi landsstýrismanni í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, men bleiv val útskrivað, áðrenn man náddi at leggja uppskotið fyri tingið. Tí verður uppskotið lagt fram nú, sigur Fólkaflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið.

Sí uppskotið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo