40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú vil samgongan, at pengarnir skulu flytast frá starvsfólkunum á hart sperdum dagstovnum. Tað verður sagt, at pengarnir skulu fylgja barninum. At fólk skulu av arbeiðsmarknaðinum og fáa pengar fyri at vera heima. Men eitt val merkir eisini eitt frával.  

Tað merkir færri pengar til námsfrøðingar og hjálparfólk. Færri pengar til dagstovnar. Í eini tíð, har vit hava tørv á tí øvuta. Við hesi gongdini fer samgongan at syndra dagstovnarnar og natúrliga sosiala tørvin hjá børnum. 

Hesum taki eg als ikki undir við. 

Vit hava tørv á fleiri pengum, fleiri ressursum og betri umstøðum til starvsfólkini á dagstovnunum. 

Og so verður sagt, at familjan fær fleksiblar umstøður av tí. Men tað verður kostnaðarmikið fyri savningarmegina í samfelagnum. Felagsskapurin, har øll rinda í sama kassa, verður spakuliga broyttur til tað verra. 

Jú fleiri fara av arbeiðsmarknaðinum og fáa pengar fyri tað, jú færri eru at lyfta saman og rinda skatt til felags ágóðar. Felags ágóðar, sum alt samfelagið fær nyttu av. Tað er soleiðis, vit byggja land í okkara frálíka samhaldsfasta norðurlendska vælferðarsamfelagi.

Hetta er tíverri at vanvirða alt, sum er bygt upp á námsfrøðiliga økinum seinastu mongu árini. 

Vit mugu byggja upp heldur enn at bróta niður. 

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo