40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fleiri hava longu viðmerkt svarið hjá Høgna til Óluvu og víst á, hvussu skaðilig nýskipanin er og verður fyri Norðoyggjar.

Kundi hugsað mær at gjørt nakrar viðmerkingar um Barentshavið.

Øll í Norðoyggjum vita hvønn týdning fiskiskapurin á fjarleiðum hevur havt fyri Kjølbro og seinni JFK seinastu skjótt 100 árini.

Tí nøkur orð um fiskiskapin í Barentshavinum.
 
Tvær tær størstu fiskivinnufyritøkurnar í Norðoyggjum hava fyri kortum verið úti við roknskapinum fyri 2018, fyrsta árið við fiskivinnunýskipanini.
 
Í báðum førum er stór afturgongd.

Munandi minni umsetningur.

Nógv lægri lønurútgjaldingar og ársúrslitini eru munandi verri.
 
Nógv tøl hava verið frammi, so eg ætlaði ikki her at koma ov nógv inn á tøl, men vil tó nevna hetta dømi:
 
• Í 2015 var kvotan í Barentshavinum uml. 30.400 tons og JFK hevði sløk 14.000 tons.

• Í 2019 er kvotan í Barentshavinum uml. 26.500 tons, og JFK hevur góð 10.000 tons.
 
Í 2015 var eingin uppboðssøla og í 2019 fóru 15% á uppboðssølu, so tá vóru bara uml. 22.500 t at býta.
 
Tvs. JFK hevur uml 29% minni at fiska í 2019 enn í 2015, tá samgongan tók við.
 
Taka vit so tað við, sum vit keyptu á uppboðssølu, verður lækkingin uml. 22%.

Leggjast kann afturat, at felagið fær onki burturúr uppboðssølukvotuni - manningin eitt lítið sindur.

Ein sera neilig avleiðing av nýskipanini er, at vit fáa ongantíð tað aftur, sum við lóg er tikið frá okkum.

Øll kvota omanfyri 27.000 tons, skal í framtíðini seljast á uppboðssølu.
 
Tá kvotan er minni enn 27.000 tons, skulu 15% seljast á uppboði, og 8,5 % kunnu takast sum menningarkvota.
 
Henda samgongan hevur sostatt tikið uml. 30% av kvotuni í Barentshavinum í alla framtíð frá Norðoyggjum. Vit kunnu tí ongantíð aftur rokna við meira enn 10.000 tonsum at fiska í Barentshavinum.

Harumframt kunnu vit, sum støðan er nú, royna at keypa á uppboðssølu, men har hava fleiri samgongulimir, harímillum Høgni og Jónleif víst á, at verandi aktørar ikki áttu at sloppið at bjóða á uppboðssølu.
 
Tað vil siga, at uppboðssøla er ikki nakað, ið vit kunnu rokna við, og tvey tey seinastu árini hava víst, at menningarkvotur kunnu norðoyingar ongantíð fáa.
 
Hvat hevur samgongan gjørt fyri fiskivinnuna í Norðoyggjum hesi seinastu 4 árini?
Samgongan hevur gjørt tað, hon ætlaði, nevniliga at taka fiskirættindir úr Norðoyggjum og Eysturoy og býta tey út av nýggjum til onnur økir.

Í staðin fyri at fortelja Óluvu fittar barnsligar happy-ending søgur, sum fá trúgva, og sum einki hava við veruleikan at gera, átti man at kalla ein spaka fyri ein spaka.

Fjaldi málsetningurin var og er: at rættindi SKULU takast frá útpeikaðum fyritøkum og manningum og latast øðrum.

Burturforkláringarnar minna mest um dukkusjónleik skrivaður av Hoydal og umbiðin av Klettskarð.
     
Eg eri tí als ikki samdur við Høgna, at framtíðin hjá fiskivinnuni í Norðoyggjum sær bjørt út.

Tað er heilt greitt, at virksemið hjá JFK samtakinum á sjónum er viknað munandi undir verandi samgongu, og harvið er styrkin at skapa virksemi á landi eisini munandi viknað.  

Samgongan hevur skapt ein ótryggleika, sum ger framtíðina rættiliga óvissa, og tað er greitt, at tað verður nærum ógjørligt at gera nýíløgur.
 
Hanus Hansen, stjóri í JFK

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo