Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin: Undanfarin ár hava nógvir pensjonistar og fyritíðarpensjonistar mist brennistuðulin. Hetta orsakað av, at teir hava fingið ein kapitalvinning, ið er hægri enn 2.000 krónur.  Fólkaflokkurin heldur, at pensjonistar hava uppiborið betri, og hevur tí lagt uppskot fram um at javnseta allar inntøkur, áðrenn brennistuðulin fellur burtur.

Tað fall mongum pensjonistum fyri bróstið, tá teir rættiligu mongu smáeigarnir í Bank Nordik fingu eitt vinnigsbýti líka yvir 2.000 krónur í 2022. Av teimum vóru tað nakrir pensjonistar, sum fingu brennistuðul. Vinnigsbýtið elvdi til, at teir mistu tær 7.608 krónurnar í brennistuðli. Ein fíggjarligur smeitur fyri fleiri pensjonistar.

Í dag missir ein stakur pensjonistur brennistuðul, um inntøkumarkið fer upp um 60.000 krónur. Hjá hjúnum fellur brennistuðulin burtur, um inntøkumarkið fer upp um 80.000 krónur.

Fólkaflokkurin ynskir, at markið skal vera ein samanteljing av lønarinntøku, eftirlønarútgjaldi OG kapitalvinningi. Tí vit halda ikki, at tað er rætt, at kapitalvinningur skal revsast harðari enn ein og hvør onnur inntøka.

Tað eru bara pensjonistar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1953, sum fáa brennistuðul. Hjá teimum pensjonistum, ið eru yngri enn tað, er brennistuðul ikki sjálvstøðug viðbót, men er roknað við í pensjónina. Tað merkir, at tað bara eru pensjonistar, sum eru føddir áðrenn 1. januar 1953, ið verða raktir av óhepnu ásetingini í lógini um serliga mótrokning fyri kapitalvinningi.

Pensjonistar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1953,  hava uppiborið betri. Tí hava vit lagt uppskot fram, sum javnsetur allar inntøkur. Við hesum fellur brennistuðulin einans burtur, um samlaða inntøkutalið fer upp um markið.

Les uppskotið her: Mál (logting.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo