Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesum døgum er orðið frælsi/ófrælsi ella felagsskapur/loysing vorðið eitt næstan okkult hugtak í tí politiska kjakinum, og finst eftirhondini bara millum vælbjargaðar akademikarar, sum ideologiskt sita og keða seg í tí konforma veruleikanum, har hvør dagur endurtakandi, ”hevur nokk við sína plágu”, og tann einfalda nationalromantiskt begrundaða loysingin er ein farin tíð.

Men hvat er frælsi?
Frælsi merkir, tað at vera frælsur, mótsatt trælur. Frá gamlari tíð kenna vit tað eisini frá seyðafrælsi, gásafrælsi, rossafrælsi v.fl.

Orðið frælsi sigur onki um ognarviðurskiftini, men um rættindi.

Ófrælsi hinvegin merkir, tað at vera ófrælsur, eitt nú djór sum ganga í haga uttan loyvi ella tað at halda fólki í ófrælsi og vesaladómi.

Hvør einstakur føroyingur er í dag berari av persónligum og demokratiskum frælsi, men tann einstaki kann ikki tryggja nakað frælsi sum so, tí tað vil altíð vera ein ella annar størri felagsskapur, ið er garanturin fyri hesum frælsi.

Fara Føroyar, ein lítil tjóð, úr einum størri felagsskapi, sum annars gevur okkum heimarætt langt út í stóru verð, má mann finna ein annan stóran felagskap sum garant fyri okkara persónliga og demokratiska frælsi, og tað er ikki bara sum at siga tað.

Persónliga frælsi føroyinga
Frá 1. januar 1996  fekk fólkatingslimurin, Edmund Joensen, tað lagað soleiðis, at føroyingar, búsitandi í Føroyum, fingu rætt til at velja millum tað reyða danska ES passið og tað grøna føroyska FØ passið.

Tað reyða ES passið gevur okkum í ríkisfelagsskapsregi persónlig rættindi til frítt at ferðast og arbeiða í ES uttan formellan limaskap.

Tað reyða ES passið er sera væl umtókt, ikki minst hjá teimum mongu sum arbeiða uttanlands og annars  øllum sum ynskja at koma skjótt aftur og fram úti í stóru verð. Fyrsta árið valdu bert 21 føroyingar (1%) tað reyða passið, men í 2014 valdu 3.664 føroyingar (86%) tað reyða passið, og í 2018 vóru tað 6.766 føroyingar (90%), ið valdu tað reyða ES passið og bert 10% valdu tað grøna FØ passið (Kelda: Rigspolitiet).

Tølini omanfyri tala fyri seg og vísa, at nógv tann stórsti parturin av føroyingum velur sítt persónliga frælsið umboðað við passinum í felagskapinum.

Smá oyggjalond
Tað eru mong smá oyggjalond, ið misunna okkum okkara nútíðar felagsskap við frælsi, stabiliti og rættindum.

Á eini oyggj (uttan okkara gevandi felagskap), sum vit vitjaðu í Karibiska havinum, søgdu tey um okkara støðu, ”You must live in paradise”.

Tí tað sum eyðkennir fleiri av teimum smáu ’sjálvstýrandi’ oyggjunum í Karibien er vantandi stabilitetur, og at har eru nøkur fá rík fólk, men mong fátæk.

Tórshavn 24.08.2019
Regin Eikhólm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo