Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Ummæli: Ársins jólalesnaður hjá mær gjørdist ævisøgan ”Petur Mohr Dam – Føroya sociali arkitektur” hjá Virgari T. Dalsgaard. Bókin er 359 síður til longdar, er skrivað við einum lættlisnum máli og býtt upp í 39 lutfalsliga stutt kapittul, ið flest øll eru fangandi og undirhaldandi – viðhvørt vit cliffhangers, ið fáa lesaran at blaða víðari til næsta kapittul: ”Tann skakaði Petur Mohr noyddist longu í 1924 syrgin erkenna, at tað kann vera lívsfarligt at vera politikari, og serliga javnaðarmaður. Tað mátti hann persónliga sanna fleiri ferðir seinni.”

Perspektivið í bókini er rættiliga persónligt, ikki minst tá Virgar kemur inn á náttarløtur í Studentafelagnum í Kjøpinhavn, har Petur Mohr Dam undirhelt ungar studentar á legendariska vertshúsinum Kannibalinum. Petur Mohr Dam tók gjarna hugnalig Nachspiel ella vínstovufundir við politiskt áhugaðum studentum, hóast hann sjálvur bert drakk sodavatn.

Náttarlívið í Kjøpinhavn er eisini har eg sjálvur lærdi Virgar at kenna og havi hoyrt nógvar góðar politiskar anekdotur frá honum. Mín fatan er, at Petur Mohr Dam veruliga var og er eitt idol hjá hesum høvundi, ið á gamalsaldri hevur framt tað bragd at festa niður sínar smásøgur á papír til yngri ættarlið at lesa.

Tí smásøgur eru hetta, ikki ein samanhangandi ”stórsøga”. Hetta sigi eg ikki fyri at niðurgera bókina. Ein stórsøga kundi saktans verið skrivað um Petur Mohr Dam – og verður tað vónandi. Men eitt savn av alskyns smásøgum er sanniliga eisini uppá sítt pláss.

Virgar er framúr satirikari
Hóast frásagnirnar eru meiri ella minni dramatiseraðar geva nógvu anekdoturnar eina undirhaldandi og ofta satiriska innføring í politiska lívið miðskeiðis í tjúgundu øld. Virgar ber av sum satirikari og er eitt frægd at lesa hóast – ella kanska júst vegna – sín serstaka málburð. Virgar er ikki bangin fyri at brúka talumál, at taka inn fremmandaorð, ið tey fæstu skilja ella ósmæðið at brúka danismur. Virgar smæðist heldur ikki at uppfinna spildurnýggj føroysk orð ella at seta orð saman á kreativan hátt. Hoyri speiskligu, drivnu og belærandi rødd Virgars fyri mær, tá eg lesi – og má ofta smílast… viðhvørt tí hann veit væl; viðhvørt tí hann átti at vitað betri.

Virgar gongur ikki høgt upp í objektivitet, men hann gongur høgt upp í dramatikk. Hann hevur eina rættiliga ágangandi og svarthvíta heimsmynd, har Petur Mohr Dam er hin stóra hetjan, hin politiski riddarin, ið saman við nøkrum hjálparum berjist ímóti kommunistum í vinstra borði og nazistum/fascistum í høgra borði, samstundis sum meðalhampa afturhaldskreftir hála í hestsins hala fyri at tálma framburðinum. Tí hendan bókin er alt annað enn objektiv, men ein socialdemokratisk hetjusøga, ið byrjar í myrkri og vónloysi og endar við fullkomnum sigri. ”Hann vann og fullkomiliga kollvelti tað avoldaða føroyska minimalsamfelagið”, skrivar Virgar í eftirmælinum, og seinni: ”Tann gamli sociali stríðsmaðurin hevði óivað undrast og skeivhugt við mildum skálkabrosi, hvis hann frætti, at sjálvt teir nationalu afturhaldsflokkarnir nú á døgum eru farnir at berjast fyri vøggustovum og barnahavum til socialt indigneraðar møður.”

Patursson sum meginfíggindi áðrenn kríggið
Fyri meg var tað serliga áhugavert at lesa smásøgurnar úr millumkrígstíðini, frá tí at Javnaðarflokkurin verður stovnaður og fram til Heimastýrislógina. Har var heilt nógv, eg ikki visti. Til dømis var eg ikki greiður yvir, at Maurentius Viðstein, ið áður hevði verið blaðstjóri á Føroya socialdemokrati (Sosialinum) byrjaði at útgeva eitt kommunistiskt blað, ið nevndist Arbeiðið. Var ikki greiður yvir, at kommunisman fylti so mikið nógv í Føroyum longu í 1930’unum.

Annars var stóri politiski fíggindin í 1930’unum og 1940’unum kongsbóndin Jóannes Patursson, ið umboðaði høgraveingin í Sjálvstýrisflokkinum, meðan Louis Zachariasen – langommubeiggi mín – umboðaði vinstraveingin. Jóannes fór síðani upp í Vinnuflokkin og víðari upp í Fólkaflokkin, meðan Louis í 1940’unum nærum gjørdi Sjálvstýrisflokkin til ein ”sosialdemokratiskan lítlabeiggja”. Serliga sonevnda jarðarmálið skapti split og agg millum Louis og Jóannes.

Virgar leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann lýsir kongsbóndan Jóannes Patursson. Vinarbondini millum Patursson og quislingin Adolf Hoel verða lýst út í æsir, og dylur Virgar ikki fyri, at nógvir føroyingar um hetta mundið høvdu sympati fyri bæði Quisling og Hitler – eitt sindur eins og nógvir føroyingar nú á døgum hava sympati fyri Putin. Vit onnur kunna bara rista høvur av slíkum søguloysi.

Sosialdemokratiskt lívsfrælsi
Skemtiligt er at lesa hvussu Virgar hálovar flestu amtmonnum og flestu statsministarum, sjálvandi undantikið teimum, ið ikki vóru socialdemokratar. Serliga vinstramaðurin Knud Kristensen verður lýstur sum ódugnaligur. Stauning er hinvegin ein stór hetja, og hevur eisini verið tað hjá Peturi Mohr Dam. Eisini Hedtoft, H.C. Hansen og Kampmann verða lýstir við vøkrum vendingum. Nakað fyrr í bókini er enntá ein blaðsíða, har hann vurderar teir ymisku amtmenninar, ið hava rátt fyri borgum í Føroyum – fyri tað mesta sum garantar fyri framburði móti teimum stokkonservativu kongsbóndunum. Mest positivt umtalar Virgar sum vera man Hilbert, ið var amtmaður frá 1936 til 1945.

Sum heild var Petur Mohr Dam samdur í sosialdemokratisku fatanini av frælsi sum ”lívsfrælsi”, heldur enn sum ”húskallafrælsi”, sum hann tók til. Meðan sjálvstýrismenn søgdu, at ”í Føroyum skulu føroyingar ráða!”, segði Petur Mohr Dam. At ”í Føroyum skulu føroyingar liva!” Her sipar Dam til sonevnda positiva frælsið, heldur enn til negativa frælsið, ið sjálvstýrismenn fokuseraðu á. Tað er avbera skemtingarsamt at lesa um jánkasliga ”fyrra Klaksvíksstríðið” í 1938, har Jóannes Patursson nærum spældi sær av við sítt festi vegna álop á embætismenn í funktión. Lítið hjálpti at ein av hesum embætismonnum var Heðin Brú, ið var orðasnillingur sum fáur og sjálvandi dyggur partamaður hjá Peturi Mohr Dam. Virgar brúkar ikki færri enn níggju síður upp á at endurgeva øll 144 versini í ”Gráa tátti”, har Heðin Brú húðfleingir Jóannes Patursson.

Harðskapur og bumbuatsókn ímóti løgtinginum
Áhugavert er eisini at frætta søgur frá sonevndu Landsnevndini, ið saman við Hilbert amtmanni og bretska hersetingarvaldinum stýrdu Føroyar gjøgnum seinna heimskríggj. Landsnevndin var longu stovnað av m.a. Mitens í 1930’unum, men fekk frá 1940’unum munandi fleiri funktiónir og byrjaði at líkjast einum landsstýri. Í prinsippinum skuldi Tórstein Petersen verið ein partur av hesi landsnevnd, men í verki var tað ”Triumviratið við Rættará”, tvs. Petur Mohr Dam, Andrass Samuelsen og Louis Zachariassen, ið sum ”ansvarligir demokratar” tóku stýringina.

Hetta var ein vandamikil tíð, tí nógvir tátíðar fólkafloksstuðlar vóru rættiligar harðrendir og ódemokratiskir. Sambært Virgar fyriskipaðu slíkir alt frá verbalum og kropsligum álopum yvir kidnapping til beinleiðis attentat við bilum og bumbum. Sambært Virgari var bumbuatsóknin í 1945 vend móti Peturi Mohr Dam persónliga. Kommunistiski vandin frá 1920’unum og 1930’unum var avloystur av einum fascistiskum vanda móti endanum av 1930’unum og 1940’unum. Virgar skrivar ikki um tað, men eisini í 1950’unum vóru lívshættisligar støður, eins og sonur hansara Atli Dam eisini varð skotin í 1974, til alla lukku bert í beinið. Vónandi fara vit ikki aftur at síggja slík víðgongd trøll hóreiggja sær í Føroyum, hóast onkur løgtingslimur nú á døgum eisini roynir seg við m.a. danofobiskari haturstalu, eins og Jóannes Patursson og aðrir á sinni.

So løgið tað ljóðar kom nógv av danofobiini til Føroya úr nettupp Danmark. Virgar skrivar soleiðis: ”Aftan á kríggið komu nógv av hesum útisetafólkum heim aftur. Fleiri av teimum vóru skilafólk við vitan og fakligum kunnleika. Tey vóru ofta ein fongur fyri samfelagið og vórðu eisini sett í týðandi størv. Men fleiri onnur av teimum mest sjónligu útisetunum vóru als ikki hóvlig ella beskeðin. Tey vóru ógvusliga harðmælt, studentikost naiv og ikki sørt arrogant. Ein sjónskur partur av hesum albogamikla útisetaliði var ovurnationalur og rabiat antidanskur.” Valdi at taka hetta brotið við í fullari longd, tí hetta er eitt perludømi um tann serstaka ”virgarska” málburðin, ið gjøgnumsúrgar bókina.

Virgar er ikki objektivur ella neutralur. Virgar provokerar við vilja. Antin elskar mann hann, ella hatar man hann; har er eingin millumvegur. Annars siterar Virgar eisini Heðin Brú, ið eftir øllum at døma var minst líka provokerandi sum Virgar: ”Teir eru komnir heim aftur at læra ogum at vera føroyingar”, segði Heðin Brú, og í grein skrivaði hann sarkastiskt: ”Leysabólkar millum asfaltsmenn í Kjøpinhavn eru fantastar og droymarar, sum blanda veruleika við ynskidreymar.”

Nýggir “skurkar” eftir kríggið
Tá Jóannes Patursson fall frá, gjørdist Tórstein Petersen hin nýggi ”superskurkurin” í Saga Virgars. Hann verður lýstur sum ein stórbandittur og sum ein politiskur vingulskøltur. Hóast pátikna loysingarretorikkin var hann skjótur at kjósa Kristian Djurhuus sum løgmann, tá tað gjørdist opportunt. Hann vildi m.a. hava Marshall-hjálp til at sanera sín illa stadda Sjóvinnubanka. Tórstein hevði sum landsstýrismaður enntá í loyndum flutt pengar úr Landskassanum í Sjóvinnubankan. Hetta varð tó uppdagað, og so var Tórstein Petersen ferdigur sum poppsangari.

Nýggi vandin gjørdist í staðin aftur kommunisman, ið lutvíst varð hýst í nýstovnaða Tjóðveldisflokkinum. Nýggju fíggindarnir hjá Petur Mohr Dam vóru nú tjóðveldismenn sum Erlendur Patursson og Karsten Hoydal. Men sigast má, at Tjóðveldi neyvan var meiri vinstrahalt enn so, tí tá Tjóðveldisflokkurin endiliga slapp í samgongu í 1963 var tað í eini annars borgarligari samgongu – við fólkafloksløgmanninum Hákuni Djurhuus. Sambært Virgari var tað eisini Tjóðveldi, ið royndi at festa eld í Læknastríðið – ”seinna Klaksvíksstríðið” – fyri at gera tað til eina konflikt millum Føroyar og Danmark. Sambært Virgari var tað serliga Petur Mohr Dam, ið sissaði H. C. Hansen og fekk lagt ein dempara á stríðið. Virgar endurgevur statsministaran fyri eftir stríðið at hava sagt: ”Peter, du havde ret hele tiden. Vi skulle bare have lyttet til dig!”. Hetta eru sum skilst orð, ið Virgar persónliga hevur hoyrt – ein samrøða millum hansara allarstørstu sosialdemokratisku hetjur.

Annars er áhugavert at lesa um, hvussu ”konspiratiónsteoriir” eisini vórðu nógv brúktar í 1950’unum og 1960’unum. Radaramálið fylti sera nógv um hetta mundið – og tað er mínsann komið fram aftur seinastu árini. Søgur í m.a. ”14. september” um at Nato goymdi rúgvu av atombumbum í Sornfelli østu mangan ungling, og enn einaferð høvdu lívverjarnir hjá Petur Mohr Dam úr at gera. Virgar siterar Atla Dam fyri at hava sagt: ”Hevði je verið har, skuldi je so gjøgnumbangað allan handan fanans tjóðveldisyngilin, so teir aldrin tordu at nærkast, hvørki pabba ella nøkrum javnaðarmanni aftur.” At Atli seinni sjálvur varð skotin av einum ørvitisknokki, havi eg longu nevnt. Í hvussu er má læran av hesum vera, at víðgongar hugsjónir – bæði frá uttasta høgra og uttasta vinstra – elva til harðskap og antidemokratiskan atburð. Í so máta havi eg sympati fyri tí pragmatisku millumkós, ið sosialdemokratisman umboðar.

Løgmaður á gamalsaldri
Petur Mohr Dam hevði óivað ein løgmann í búkinum, men hann mátti bíða heilt fram til 1959, áðrenn tað gjørdist hansara túrur. Hetta var sum vera man krúnan á verkinum, og sambært Virgari var hetta besta tíðarskeið í Føroya søgu nakrantíð. Petur Mohr Dam fekk enn eitt skeið sum løgmaður í 1967, men doyði longu árið eftir. Hann hevði alt lívið stríðst við vánaligari heilsu.

Eg kundi skrivað eina heila bók um bókina hjá Virgari T. Dalsgaard, men eg steðgi her. Sum heild er ævisøgan ”Petur Mohr Dam – Føroya social arkitektur” ein sera undirhaldandi og informativ bók. Eg vil tó mæla lesarum til at lesa anekdoturnar sum anekdotur heldur enn sum væl balanserað søgulig fakta. Endamálið hjá Virgari er jú fyrst og fremst at glorifisera hetju sína Petur Mohr Dam og harnæst at glorifisera tað sosialdemokratiska projektið sum heild – og við sínum skínandi sosialdemokratiska projektøri kastar hann samsvarandi døkkar skuggar á politisk mótstøðufólk. Tá tað er sagt, er bókin fylt við alskyns gullkornum og er ein leskibiti hjá einum hvørjum við áhuga fyri politiskari søgu. Man skal bara ikki slúka alt rátt, men tyggja upp á tað.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo