Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ofta síggjast vitleys og smálig álop móti okkara myndugleikum á facebook, serliga á tey fakfólk, sum tosa danskt.

Men bæði landslæknin og politimeistarin forstanda væl føroyskt, og tann fakliga ekspertisan krevur ikki føroyskt sum grundarlag fyri at handla og bera seg ansvarliga at í eini kreppustøðu.

Teir tríggir omanfyri nevndu samarbeiða heilt optimalt!

Kværulantarnir eru órímulig tvørball, sum ganga í alt for smáum skóm og ikki vilja erkenna, at bæði landslæknin og politimeistarin gera eitt gigantiskt arbeiði fyri at basa coronu, og samarbeiða fakliga væl og sera professionelt við Pál Weihe.

Men fíligranarnir vilja hava okkurt at finnast at. 

Man skal klynka, grenja og knarra!

Síðsta desperata álopið er frá einum naturaliseraðum vestmenningi úr Vági. Hann vil analogt við smáttbegávaðar tjóðveldistar hava landslæknan koyrdan frá, hóast hann er  vælkvalificeraður og hartil loysir sína ótakksomu uppgávu til hægsta karakter.

Hvat billar hesin eks-vágbingur sær inn?

Málslig og órímulig undirlutakensla av kirkjubíggjar-dimensiónum.

Corona-bardagin er ikki eitt málsligt problem, og teir politisku pinkulingar, sum royna at fáa landslæknan og politimeistaran settan í gapistokkin, tí teir eru danskarar, lata seg forføra av undirlutakenslu og barnsligari paranoia.

Hevði Petur Mohr Dam livað og upplivað slíka smáligheit og slíkar dólgar, hevði hann flongt hesar ynkiligu pedantar á Tinghúsvøllinum sum alment skemti-tiltak í staðin fyri eina tunna og talentleysa studenta-kabarett. 

Pínlig, óneyðug  og níðingslig jeremiada úr Vestmanna, beint fyri Ólavsvøku!

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo