Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Debut útgávan Poetry & Aeroplanes hjá Teiti verður endurútgivin á vinyl og framførd í: 

28. Sept, Admiralspalast, Berlin,  

30. Sept. Store Vega, Keypmannahavn 

1. Okt. Train, Aarhus

Poetry & Aeroplanes var fyrsta fløgan, Teitur sum einstaklingur lat úr hondum. Hon varð spæld inn í El Cortijo í Spania og í Los Angeles við framleiðaranum Rupert Hine (Tina Turner, Suzanne Vega) og navnframum tónleikarum sum Pino Palladino (Simon & Garfunkel, The Who, D’Angelo) og Matt Chamberlain (Tori Amos, Pearl Jam).

Fløgan, ið telur ellivu sangir, varð útgivin í 2003 av Universal Records i USA í 20 londum. Hóast sølutølini (50.000 í USA og 50.000 í Europa) vóru at rokna sum ein ósigur í stóra plátufelagnum, vann útgávan frama ímillum lesandi og sangskrivarar, sum til dømis John Mayer, ið beyð Teiti at spæla á arena konsertferðum.

Í samband við útgávuna spældi Teitur yvir 400 konsertir í USA og enn fleiri í útvið 20 ørðum londum. Á fløguni eru sanginir Josephine, I Was Just Thinking og One & Only.

Hesin síðsti, ið ofta er at hoyra til brúdleyp og í Hollywood filmunum My Super Ex-Girlfriend og Aquamarine, er eisini endurinspældir av m.a. Nolwenn Leroy.

Í dag hevur tónleikurin hjá Teiti yvir 125.000 lurtarar um mánaðin á Spotify.

Á konsertunum verður fløgan spæld úr enda til annan við bólki og strúkarum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo