Pogba var á ársins liði í 2015 og 2011. Men hesaferð fekk hann tvær atkvøður færri enn týski Kroos, og sostatt fór triðja miðvallaplássið til Real Madrid-leikaran.
Ongantíð áður í 12 ára longu søguni hjá hesi kjósanini hevur tað verið so javnt millum tveir leikarar, skrivar United.no
Ársins lið sá soleiðis út: Manuel Neuer (Bayern München) - Dani Alves (Juventus), Gerard Pique (Barcelona), Sergio Ramos (Real Madrid, Marcelo (Real Madrid) - Andres Iniesta (Barcelona), Toni Kroos (Real Madrid), Luka Modric (Real Madrid) - Cristiano Ronaldo (Real Madrid), Luis Suárez (Barcelona), Lionel Messi (Barcelona).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo