Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Sambandsflokkurin fegnast um, at Pole J. Hansen stillar upp til løgtingsvalið fyri flokkin.

Pole J. Hansen er føddur og uppvaksin við Sjógv á Strondum, hevur búð á Strondum til í 2021, og er nú búsitandi í Hoyvík.

Hann er útbúgvin maskinsmiður og skipsførari.

Pole hevur royndir sum sjómaður, virkisleiðari á flakavirki, selt Agn og fisk - nú lærari á vinnuskúlanum við Áir. Bygdaráðslimur í Sjóvar kommunu í 12 ár, 2005-2017.

- Eg stilli upp til løgtingsvalið tí at eg havi stóran áhuga í politikki, og haldi, at eg kann vera við til at gera Føroyar til eitt enn betri land at búgva og virka í. Eg havi eina breiða vitan um samfelagi vit liva í, ... sigur Pole J. Hansen.

Hansara hjartamál eru:

Vinnulív bæði á sjógvi og landi, og er hansara ynski, at okkara vinnulív fær so støðugar karmar sum gjørlig at virka innanfyri.

Hann hevur eisini stóran áhuga fyri fíggjarmálum.

Ítróttur er eisini eitt av hjartamálunum.

Tað at øll her á landi hava tað gott, og at hjálpa teimum, sum eru dottin niðurímillum í samfelagnum, er eisini týdningarmikið fyri hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo