Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Danska politiið, og harvið eisini politiið í Føroyum, skal hava nýggjar skambyrsur, ístaðin fyri H&K USP Compact pistólin sum er brúktur seinastu 25 árini.

Nýggi pistólurin eitur SIG Sauer P320, og hann er væl og virðiliga royndur "på tværs af hele Rigsfællesskabet" sum skrivað stendur í tíðindaskrivi, sum ríkispolitiið hevur sent út í dag.

Jyllandsposturin skrivar, at alt er ikki bara gott við nýggja pistólinum, og í veruleikanum er tað so galið, at fleiri sum hava keypt hann hava stevnt framleiðaran, SIG Sauer. Yvir 100 fólk skulu hava upplivað, at pistólurin av misgávum er gingin av.

Miðilin The Trace hevur videoupptøkur av, tá pistólurin, sum eisini verður brúktur av amerikanskari løgreglu, ótilætlað gongur av.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo