40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið: Í sambandi við eina hending í Eysturbýnum í Havn 24. septembur, náttina millum hósdagin og fríggjdagin, bleiv ein ungur maður funnin uttan vit.

Ungi maðurin bleiv funnin umleið kl. 04.00 á vegamótinum Djóna í Geilgøtu / Bókbindaragøtu og hevði skaðar í andlitinum.

Maðurin er um 20 ára gamal og var í svartari hettutroyggju, svørtum buksum og hvítum skóm.

Maðurin varð, áðrenn hann bleiv funnin uttan vit, seinast sæddur uttanfyri Hotel Brandan umleið kl. 01.30.

Løgreglan sóknast eftir vitnum, sum møguliga kunna siga, hvat er farið fram í tíðarbilinum, frá maðurin bleiv sæddur við Hotel Brandan, til hann bleiv funnin í Djóna í Geilgøtu.

Boðað løgregluni frá á tlf. 351448 ella 114

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo