Løgreglan: Mikudagin 14. juni var borgarstjórin á Tvøroyri vertur fyri politiøkisráðsfundinum millum Føroya Politi og borgarstjórarnar í størstu kommununi í hvørjari sýslu í Føroyum.
Tá ið nýggja rættargangslógin var sett í gildi í 2021, var politiøkisráðið sett á stovn at umrøða mál av felags áhuga, eitt nú viðurskifti og virksemi hjá Føroya Politi, gongdina i lógarbrotum og samstarvið millum politi og nærsamfelagið.
Í politiøkisráðnum sita:
Michael Boolsen, fúti og formaður
Steen Nørskov, chefpolitiinspektør og varaformaður
Heðin Mortensen, borgmeistari í Tórshavnar kommunu
Karl Johansen, borgmeistari í Klaksvíkar kommunu
Torbjørn Jacobsen, borgmeistari í Runavíkar kommunu
Bjarni Prior, borgmeistari í Vága kommunu
Kristin Michelsen, borgmeistari í Tvøroyar kommunu
Bjørg á Rógvi, borgmeistari í Vestmanna kommunu
Heri Sverrason, borgmeistari í Sands kommunu
Gudrun Mortansdóttir Joensen, Løgmálaráðið
Barbara Álvsdóttir Thomsen, Almanna- og mentamálaráðið
Elsa Østergaard, Barna og útbúgvingarmálaráðið
Eftir fundin í politiøkisráðnum varð vitjað á ymsum plássum í Suðuroy. Myndin er tikin í Fámjin.
Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, luttók á politiøkisráðsfundinum, av tí at borgarstjóranum í Vága kommunu barst undan at luttaka hesa ferð. Umframt hann vóru eisini onnur forfall.
Politiøkisráðið hevur í minsta lagi fýra fundir árliga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo